Fínar frúur fylla ov nógv

Nevndarsessir og politiskt vald til fínar frúur í Havn hevur fylt í so nógv í javnstøðuarbeiðinum, ásannar forkvinnan í Kvinnufelagnum í svari til, at javnstøðan í Føroyum er vorðin ov eliter

»Tað er nakað grundleggjandi galið við javnstøðuni í dag. Javnstøðan er snøgt sagt ov eliter«
So avgjørdur var samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen í greinarøð um javnstøðu her í blaðnum í farnu viku við yvirskriftini »Javnstøða fyri øll? Ella bara fyri Yuppie-Kvinnur!«
Í greinini spyr samfelagsfrøðingurin, um nógva tosið um kvinnur undir einum ikki bara er eitt trick at lokka »undirkvinnur« at atkvøða fyri »yvirkvinnum« ella »yuppiekvinnum» - teimum ungu, vøkru, vælútbúnu, sminkaðu við sólbrillum uppi í hárinum og Guccitasku.
Í øllum førum er nógv sum bendir á, at javnstøða í dag ikki merkir, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald , men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald, staðfestir samfelagsfrøðingurin.

Massiv herferð
Hóast hon ikki góðtekur uppbýtingina í »yvir- og undirkvinnur«, hevur Sámal Matras Kristiansen kanska rætt heldur Tina K. Jacobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum.
- Jú, eg eri lutvíst samd í, at javnstøðuarbeiðið hevur flutt seg burtur frá arbeiðarakvinnum og í stóran mun er komið at snúgva seg um politiskt vald ella nevndarsessir til vælbjargaðar, stjórafrúur í miðstaðarøkinum. Hatta er nakað vit í Kvinnufelagnum eru varðugar við og fara at taka upp, sigur forkvinnan í felagnum.
Hon vísir hinvegin á, at felagið hevur avmarkaða orku og tí má savna seg um ávís evni í senn, um nakað skal fáast á skaftið. Og tá júst spurningurin um vantandi kvinnuliga umboðan í politikki og nevndum er eitt evni, limir í felagnum hava eftirlýst í fleiri ár, hevur tað verið har, felagið hevur lagt nógva orku. Hvussu nógvar arbeiðarakvinnur eru við í limaskaranum hjá Kvinnufelagnum, veit forkvinnan hinvegin ikki at siga, tí hetta hevur felagið ikki tøl yvir enn.
- Men at vit vilja hava kvinnur fram at valdinum merkir ikki, at vit ikki vilja arbeiða við øðrum. Vit hava til dømis havt nógv fokus á barsilsskipanina, umframt at átakið Sjálvhjálpin beinleiðis vendi sær til kvinnur, sum ikki eru so sosialt væl fyri. Har kann eg væl ímynda mær at sokallaðu »yvirkvinnurnar« kendu seg undirumboðaðar.
At slík átøk kanska drukna í javnstøðukjakinum, kann eisini hanga saman við, at bæði Demokratia og Javnstøðunevndin eisini hava havt politiskt vald og nevndarsessir til kvinnur á dagsskrá. Tí kann herferðin á hesum øki hava virkað rættiliga massiv seinnu árini, heldur Tina K. Jacobsen.
Men tað er rætt, at nógv liggur á láni. Eitt nú hevið tað verið upplagt at sett størri fokus á innflytarakvinnur, einligar mammur ella kvinnur uttan útbúgving. Hetta eru øll stór og viðkomandi evni, men spurningurin er, hvar man sum felag skal byrja, heldur forkvinnan í Kvinnufelagnum.
- Tá tað er sagt, so dugi eg illa at síggja, hvat skal vera so elitert við at vilja hava fleiri kvinnur inn á ting og í nevndarsessir. Hetta átti at verið ein sjálvsagdur rættur, sum ikki bara kemur øllum kvinnum men øllum samfelagnum til góðar, sigur forkvinnan í Kvinnufelagnum.

Kynskvotur slóða fyri
Tí hevur felagið eisini sett kynskvotur á skránna á 100 ára hátíðarhaldinum fyri Altjóða Kvinnudagin í kvøld. Nevndin skjýtur í hesum sambandi upp, at tað verður ásett við lóg at kvinnur verða valdar í í minsta lagi 40 prosent av øllum tingsessum og privatum nevndarsessum.
Ein av røðararnum verður netupp áðurnevndi samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen, sum er rættiliga skeptiskur, tá tað ræður um kynskvotur til privatar nevndarsessir. Har er tað júst avgerandi, at kvinnurnar fyrst byrja at gera seg galdandi í teimum ymisku sektorunum og síðani byrja at krevja sín rætt út frá teimum førleikum, tær tá hava uppbygt, skrivar hann og leggur afturat:
- Javnrættur snýr seg um at skilja millum skitt og kanel við støði í relevantum, fakligum grundgevingum. Eg arbeiði sjálvur dagliga við at sortera menniskju. Og ein sortering er neyðug, soleiðis at tryggjað verður, at fólk koma á sína røttu hyll og fáa ment síni talentir á ein skilagóðan hátt.
Hesum er Tina K. Jacobsen púra samd í, og hon meinar á ongan hátt, at ein kvinna skal hava ein nevndarsess, bara tí hon er kvinna.
- Tað verður heldur ikki aktuelt, tí vit hava ríkiligt av væl kvalifiseraðum kvinnum at taka av. Trupulleikin er bara, at tær sleppa ikki framat hesum sessum. Besta dømi um tað er nevndin í Atlantic Airways, har landsstýrismaðurin ikki dugdi at fáa eyga á nóg kvalifiseraðar kvinnur, sjálvt um tær stóðu beint fyri nøsini á honum.
Sjálvt um forkvinnan í Kvinnufelagnum ikki hevur hug at umbera landsstýrismannin, viðgongur hon, at soleiðis hugsa tey flestu. Mannfólk hava sitið so leingi í flestu oddasessum, at tað sjáldan kemur okkum til hugs, at tað eins væl kundi verið ein kvinna.
- Eg taki eisini meg sjálva í at koma í tankar um okkurt mannfólk fyrst, tá eg skal seta onkran á eina uppgávu, sum eg skal skipa fyri. So leingi kvalifiseraðar kvinnur ikki eru sjónligari, enn tær eru, verður tað heldur ikki myndin av eini kvinnu, tú fyrst sært fyri tær í slíkum førum.
Tað ræður sostatt um at vit øll broyta hugsunarhátt, og fáa kvinnur inn í mentala sjónarringin, og har kunnu kynskvotur verða eitt týðandi stig á leiðini, sjálvt um tað ikki er ideelt við slíkum kvotum, heldur Tina K. Jacobsen.
Men hvat hevði forkvinnan i Kvinnufelagnum svarað eini ungari kvinnu, sum kennir seg tikna til gísla av kynskvotum, tí tað kann skaða hennara framtíðar karrieru at verað vald í ein sess, bara tí hon er kvinna?
- Eg hevði svarað, at um vit ikki gera hetta nú, so hevur hon kanska als onga framtíðar karrieru, tí ongin veit av henni. Um hon ikki kann liva við hesum nú, er enn størri vandi fyri, at hon um 10 ár má liva við slett ikki at verður vald í nakran sess yvirhøvur.
Men er tað ikki eisini at gera mismun, at útihýsa einum manni frá einum nevndarsessi, tí ein lógarásett kynskvotering sigur, at kvinna skal hava plássið?
- Jú, og tað er harmiligt. Men eg haldi ikki, tað er meir harmiligt, enn at kvinnur leingi hava verið útihýstar, tí vit hugsa so vanabundið, sigur forkvinnan í Kvinnufelagnum, sum tí eisini sær fyri sær, at kynskvotur bara verða í gildi eitt styttri áramál, til tær ikki eru neyðugar longur.
- Tað kann væl hugsast, at vit tá koma til ta niðurstøðu, at onkrar nevndir fungera best, um bara mannfólk ella bara konufólk eru við – væl at merkja aftaná at vit hava havt bæði kynini í huga.

Rætt hermót?
Okkurt bendir tó á, at tað kanska als ikki eru kvinnurnar men heldur menninir, sum verða við sviðið soð í framtíðini. Í áðurnevndu greinarøð vísir Sámal Matras Kristiansen til danska granskaran Martin Munk, ið staðfestir, at tíðarinnar nógv størsti javnstøðutrupulleiki eitt vaksandi proletariat av monnum, sum hvørki hava útbúgving ella arbeiði. Men ongin tosar um tað, og so slettis ikki elitiefeministarnir, sum sambært Munk »leggja meiri dent á, at teirra egnu døtur fáa møguleika at fáa ein nevndarsess í vinnulívinum.”
Heldur ikki í Føroyum verður tosað um hetta, hóast tøl vísa, at í fólkaskúlanum her heima eru nógv fleiri dreingir enn gentur, sum hava trupulleikar í skúlanum, staðfestir Sámal Matras Kristiansen.
Spurd um tað kann hugsast, at Kvinnufelagið stríðist á skeivum hermóti, sigur Tina K. Jacobsen, at hon ikki rættiliga hevur sett seg inn í kjakið um nýggja proletariatið av monnum.
- Um hatta er veruleikin, er tað sjálvandi ein álvarslig kreppustøða, sum onkur má taka hond um. Eg eri tó ikki vís í, at tað eru vit, sum skulu gera tað, tí vit eru fyrst og fremst eitt kvinnufelag. Í nevndini er heldur ikki semja um, hvørt mannólk skulu sleppa at verða limir hjá okkum. Men ongin forðar monnunum í at gera eitt mannfólkafelag, og vit vilja fegnar samstarva við teir, um so er, sigur hon og minnir á, at aftur her er tað ein spuringur um, hvar felagið skal leggja sína orku.

Stríð móti mytum
Ongin skal tó vera í iva um, at Kvinnufelagið fyrst og fremst arbeiðir fyri rættindum hjá øllum kvinnum og ikki bara teimum fáu útvaldu, staðfestir Tina K. Jacobsen, hóast hon ásannar, at myndin av felagum úteftir er vorðin nakað einsháttað.
- Um fólk hava ta fatan, at vit bara arbeiða fyri at fáa vælbjargaðar frúur upp í toppin á samfelagnum, so er tað ein fatan, vit mugu taka til eftirtektar og royna at broyta. Møguliga er tað okkurt, vit hava gjørt skeivt, men tað kann eisini hugsast, at fólk ikki hava fylgt nóg væl við í okkara arbeiði ella bara síggja tað, tey vilja síggja.
Hon minnir á, at hetta heldur ikki er fyrstu ferð eitt kvinnufelag má berjast móti gomlum mytum og misskiltum fatanum.
- Tað eru enn fólk sum halda, at Kvinnufelagið er ein samling av gomlum, beiskum kvinnum, sum hata menn og brenna brósthaldarar. Hatta er ein ímynd frá 1970’unum, sum kvinnufeløg kring allan heim hava stríðst við líka síðani. Og tað er harmiligt í allar mátar, ikki minst tí tað ger tað trupult at røkka ungum kvinnum.
Her hevur Kvinnufelagið eisini eina stóra avbjóðing, og tí verður nógv gjørt í løtuni fyri at rista slíkar ímyndir av sær. Millum annað hevur felagið júst fingið eitt nýtt búmerki, sum signalerar, at javnstøða gongur báðar vegir, eins og heimasíðan nú fær eitt meir modernað snið.
Heilt stygdar burtur eru ungu kvinnurnar tó ikki, tí sambært forkvinnuni í Kvinnufelagnum er talið á ungum kvinnum í limaskaranum vaksið alsamt seinnu árini.