hann koyrdan til hús. Tað fer at kosta 30 krónur at keypa døgverðan frá Eldrasambýlinum og at fáa hann koyrdan heim Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar og samtykti einmælt at taka undir við tí. Tað er nevndin [...] hevur skotið upp at fara undir hesa tænastuna. Byráðið skal nú gera avtalu við onkran um at koyra matin út. Býráðið skal samstundis betala fyri útkoyringina og harumframt hevur tað samtykt at standa við endan [...] sum fara at brúka hesa nýggju tænastuna. Í fyrstuni er ætlanin at koyra døgverðar út einar tríggjare dagar um vikuna, men so verður tænastan útbygt, so hvørt tørvur verður á tí. Umframt at tryggja fólki
Vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki seta okkum ov høg mál, sigur hann. Landsstýrismaðurin sigur, at tað sjálvandi snýr seg um at broyta hugburð, og at tað eiga vit eisini at arbeiða fyri í Føroyum, og [...] heldur, at tað í sjálvum sær er eitt mál, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, og tá formaðurin í Ferðslutrygd, Petur Jacob Sigvardsen í gjár segði við Sosialin, at Føroyar [...] grannalond eru komin við, sigur Bjarni Djurholm. Hann heldur, at tað politiskt einki er í vegin við at taka Null-hugsjónina til sín, men tá tað kemur til at játta pengar er øðrvísi, tí slíkar broytingar henda ikki
vandi fyri, at landið kemur at tapa í beinhørðu altjóða kappingini. Umframt skattaviðurskiftið, so kappast samfeløg um at hava bestu vælferðarskipanina, góðar møguleikar fyri útbúgving, at skapa eitt gott [...] Kjartan vísur á, at serliga er kapping millum samfeløg um at skapa karmar fyri einum burðardyggum vinnulívi. Danmark og Kanada góð dømi - Tú sært bæði í Danmark og Kanada góð dømi um, at ovastu myndugleikarnir [...] einans tí myndugleikarnir óttast, at virkini uttan henda skattafrádrátt leita sær til onnur lond at virka sínar vørur. Eisini í Kanada gera myndugleikarnir nógv fyri at varðveita tað útbúna fólki í Kanada
hann hevði hug at verða við. Hann sigur, at hann hevur spælt í Spania í tvey ár nú, og orsakað av, at hann so tilvildarliga kom við í hesa kappingina, so hevur hann ikki havt so góða tíð til at fyrireika seg [...] hvørjum degi, at hann fær ein tílíkan møguleika, sigur hann. Hann letur avbera væl at umstøðunum til at telva á Viðareiði. - Tað eru fantastiskar umstøður. Har er friðarligt og perfekt til at telva, sigur [...] tað verður mett at vera í tí eldra endanum fyri at vinna ein tílíkan tittul. Hann hevur telvað, síðani hann var 15 ára gamal og fyri tveimum árum síðani segði hann sítt starv upp fyri at telva fulla tíð
fara at starvast í nýggja bygninginum, so tey á Eimskip høvdu avgjørt nakað at hátíðarhalda niðri á Skansabryggjuni fríggjadagin. Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir, stjóri á Eimskip í Føroyum, sigur, at sum tað [...] øðrvísi avgjørt at fara inn í tvær bingjur at hátíðarhalda dagin. Orkestur varð eisini til staðar fríggjadagin, og vóru tað teir báðir Edvard Nyholm Debes og Finnur Hansen, sum syrgdu fyri, at tað var ?liv [...] bingjunum niðri á Skansabryggjuni. Tónleikararnir siga, at hetta var fyrstu ferð teir høvdu spælt inni í eini bingju, og at tað altíð er skemtingarsamt at spæla í nýggjum umstøðum. Hóast veðrið ikki var til
mynd av útreiðslunum hjá báðum skipunum. Tað kann ikki passa, at Dúgvan ikki siglir nógvan pening inn til SL. Eg haldi, at tit áttu at hugt at, hvussu í veruleikanum øll skipuni hjá SL verða rikin, og ikki [...] ikki havt nógvan ágóða av at hava hesar politikkarar, tað er bert tá ið val er, at ein hoyrir málið í teimun (illa nokk), ótrúliga vanaligt. Nú haldi eg, at tað er upp á tíðina, at teir koma á banan, ella [...] ella munnu teir veruliga halda, at tað er eina æra hjá okkum, at sleppa at velja akkurat teir.
tosað um at seta upp fleiri vindmyllur kring landið. Hann sigur, at bæðI tá talan er um at seta upp vindmyllur og at byggja ein nýggjan flogvøll í Føroyum, er tað ein avgerandi fyritreytin, at vit hava [...] hava tørv á at byggja ein nýggjan og alternativan flogvøll, tí flogvøllurin í Vágum er ikki nøktandi sum er og tað verður alt ov kostnaðarmikið at útbyggja hann. Og her hava kanningar víst, at nettupp økið [...] eigur at verða fyri báðum. Tveita vit vindmyllur út sum best ber til, koma vit at skíta okkum inni ? tað var stór skomm á torvheiðunum. Vit skulu hugsa okkum væl um sigur Óli Mikkelsen. Hann heldur at fl
sá, at tað logaði burturúr húsunum, og hevði tískil boðað løgregluni frá. Upplýst verður av sýsluskrivstovuni á Sandi, at tað gekk rímiliga væl at sløkkja. Eldurin hevði tó fest so mikið væl í, at sløkkiliðið [...] vakthavandi á sýsluskrivstovuni á Sandi. Hann leggur afturat, at eldurin var so mikið stórur, og tí noyddust sløkkiliðsmenninir at fáa hjálp til, at eldur ikki kom í húsini rundanum. Eitt mannalív Klokkan gott [...] ikki enn at siga. Menn frá Kriminalteknisk Afdeling eru komnir til Føroya fyri at finna útav, hvør orsøkin til eldsbrunan er. Menninir komu upp sunnudagin, og arbeitt var beinanvegin við, at finna orsøkina
Og talan var heldur ongantíð um at flyta heilar viðgerðarskipanir av landinum. Tað sigur Dátueftirlitið um sína nógv umrøddu avgerð at loyva Elektron og peningastovnunum at flyta persónsupplýsingar til PBS [...] var umsóknin hjá Elektron um at flyta persónsupplýsingar av landinum. Málið snúði seg í stuttum um, at Elektron í sambandi við gerð av nýggjari gjaldskipan søkti um loyvi til at flyta persónsupplýsingar til [...] . Avgerandi var, um talan var um at flyta eina viðgerðarskipan av landinum. Út frá upplýsingum í málinum kom Dátueftirlitið til ta niðurstøðu, at talan ikki var um at flyta eina viðgerðarskipan av landinum
eydnaðist ikki at fáa fatur á semingsmonnunum, áðrenn evstamark í gjár, men hergerð Joensen, næstforkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at semingsmenninir boðaðu frá, at teir umhugsa at senda sem [...] roknaðir at hava atkvøtt fyri, sigur næstforkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Hergerð Joensen sigur, at hartil tekur ein slík frumatkvøðugreiðsla rættiliga langa tíð og hon heldur, at tað er óforvarligt [...] óforvarligt at vera í verkfalli so leingi afturat. Jan Mortensen sigur, at ein frumatkvøða kann fyriskipast rættiliga skjótt og tað hevði hann onki havt ímóti, tí so sluppu limirnir í arbeiðarafeløgunum at siga