? Hetta hevur verið sera upplýsandi, og eg havi fingið nógv við mær heim, sum eg kann arbeiða víðari við. Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum ? og harvið eisini ferðslumálum, sum var við í ferðalagnum hjá Ferðslutrygd í Trollhättan í Svøríki týsdagin.
Bjarni Djurholm heldur, at tað í sjálvum sær er eitt mál, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, og tá formaðurin í Ferðslutrygd, Petur Jacob Sigvardsen í gjár segði við Sosialin, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ongan ferðslutrygdarpolitikk hava, so er landsstýrismaðurin ikki vísir í, at hetta er rætt.
? Í vinnumálastýrinum sita fólk í løtuni og arbeiða við eini nýggjari ferðslulóg. har hevur Null-hugsjónin ofta verið uppi og vent, og tey hava tikið nógv at tí við, sum okkara grannalond eru komin við, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at tað politiskt einki er í vegin við at taka Null-hugsjónina til sín, men tá tað kemur til at játta pengar er øðrvísi, tí slíkar broytingar henda ikki frá degi til dags.
? Vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki seta okkum ov høg mál, sigur hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað sjálvandi snýr seg um at broyta hugburð, og at tað eiga vit eisini at arbeiða fyri í Føroyum, og viðgongur hann, at vit á ferðslutrygdarøkinum eru afturúrsigld.
Ætlanin hjá Vinnumálastýrinum er, at nýggja ferðslulógin skal koma fyri tingið í hesi tingsetuni.