Nýggi graslíkisvøllurin í Fuglafirði er nú avhendaður Fuglafjarðar kommunu.
Nýtt graslíki við sand- og korkfyllu er lagt á, og samstundis eru ymiskar ábøtur gjørdar kring vøllin, eitt nú málgoymsla og trygdargeirar uttan fyri síðu- og baklinjur.
FSF hevur sýnað vøllin, áðrenn hann varð avhendaður kommununi.











