Umhugsa atkvøðugreiðslu um semingsuppskotið

Semingsmenninir umhugsa nú at senda seinasta semingsuppskotið til atkvøðugreiðslu ímillum teir 10.000-12.000 limirnar í arbeiðarafeløguum, sum eru í verkfalli

Verkfall

Teir 10.000-12.000 verkafólkini, sum eru í verkfalli, skulu nú kanska til atkvøðugreiðslu.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á semingsmonnunum, áðrenn evstamark í gjár, men hergerð Joensen, næstforkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at semingsmenninir boðaðu frá, at teir umhugsa at senda semingsuppskotið til frumatkvøðu ímillum limirnar hjá arbeiðarafeløgunum.
Men hetta eru arbeiðarafeløgini hart ímóti.
? Ein frumatkvøða er sera ódemokratisk. Har skulu minst 75 % av limunum atkvøða, annars er semingsuppskotið samtykt av sær sjálvum. Teir limir, sum ikki taka lut í atvøðugreiðsluni, verða sostat roknaðir at hava atkvøtt fyri, sigur næstforkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Hergerð Joensen sigur, at hartil tekur ein slík frumatkvøðugreiðsla rættiliga langa tíð og hon heldur, at tað er óforvarligt at vera í verkfalli so leingi afturat.
Jan Mortensen sigur, at ein frumatkvøða kann fyriskipast rættiliga skjótt og tað hevði hann onki havt ímóti, tí so sluppu limirnir í arbeiðarafeløgunum at siga sína hugsan.
Arbeiðarafeløgini siga, at tað júst eru tit, sum hava ein fingur við í spælinum og hava ávirkað semingsmenninir til at umhugsa frumatkvøðu.
? Hatta tími eg ikki at gera viðmerkingar til. Tað eru so nógv, sum hava ein fingur við í spælinum ímóti arbeiðsgevarafeløgunum: Landsstýrið er ímóti teimum, løgtingið er ímóti teimum, semingsmenninir eru eisini ímóti teimum og somuleiðis Landsstýrismaðurin Fíggjarmálum , fyri ikki um at tala løgregluna og sjálvur Fútin er beinleiðis í parti við okkum.
? Tað kunnu vit so velja at taka fyri fult ella lata vera, sigur Jan Mortensen