Talan var ikki um viðkvæmar upplýsingar. Og talan var heldur ongantíð um at flyta heilar viðgerðarskipanir av landinum.
Tað sigur Dátueftirlitið um sína nógv umrøddu avgerð at loyva Elektron og peningastovnunum at flyta persónsupplýsingar til PBS í Danmark í sambandi við ta nýggju Gjaldskipanina. Hetta stendur at lesa í Ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum fyri 2002.
Sambært lógini um persónsupplýsingar er meginreglan, at persónsupplýsingar skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum. Upplýsingar kunnu bert flytast til lond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingum. Tá talan er um útflutning, krevst loyvi frá Dátueftirlitinum.
Eitt av teimum drúgvu málunum hjá Dátueftirlitinum í 2002 var umsóknin hjá Elektron um at flyta persónsupplýsingar av landinum. Málið snúði seg í stuttum um, at Elektron í sambandi við gerð av nýggjari gjaldskipan søkti um loyvi til at flyta persónsupplýsingar til PBS í Danmark.
Upplýsingarnar, sum fluttar vóru, vóru vanligar upplýsingar. Talan var sostatt ikki um viðkvæmar upplýsingar, sigur Dátueftirlitið.
Avgerandi var, um talan var um at flyta eina viðgerðarskipan av landinum. Út frá upplýsingum í málinum kom Dátueftirlitið til ta niðurstøðu, at talan ikki var um at flyta eina viðgerðarskipan av landinum, og niðurstøðan varð sostatt, at kunngerðin, sum hon er orðað, ikki gav greiða heimild til at nokta Elektron at flyta persónsupplýsingar til PBS í Danmark.
Síðan tá hevur landsstýrismaðurin við lógarmálum hert kunngerðina til lógina, men løgmálaráðið hevur í somu vending boðað frá, at loyvið til Gjaldskipanina verður ikki tikið aftur.