Koyra døgverða út til gomul og óhjálpin

Gomul og óhjálpin í Vági kunnu nú fáa døgverða koyrdan til hús fyri ein bíligan penga

 

Vágur


Í Vági verður nú farið undir eina nýggja sosiala tænastu, sum fer at verða ein stór hjálp hjá nógvum eldri og óhjálpnum fólkum.Fòlk, sum eru gomul, ella á annan hátt óhjálpin, kunnu nú bíleggja sær heitan døgverða á Eldrasambýlinum, so fáa tey hann koyrdan til hús.

Tað fer at kosta 30 krónur at keypa døgverðan frá Eldrasambýlinum og at fáa hann koyrdan heim

Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar og samtykti einmælt at taka undir við tí.

Tað er nevndin fyri Eldrasambýlið, sum í samráð við Heimarøktina, hevur skotið upp at fara undir hesa tænastuna.

Byráðið skal nú gera avtalu við onkran um at koyra matin út. Býráðið skal samstundis betala fyri útkoyringina og harumframt hevur tað samtykt at standa við endan um tær 30 krónurnar ikki strekkja til.

Ætlanin er at byrja í smáum við eini royndartíð upp á einar tríggjar mánaðir fyri at vita, um undirtøka er fyri tiltakinum. Hildið verður neyvan á við tiltakinum, verða tað í hvussu so er ikki nøkur, sum fara at brúka hesa nýggju tænastuna.

Í fyrstuni er ætlanin at koyra døgverðar út einar tríggjare dagar um vikuna, men so verður tænastan útbygt, so hvørt tørvur verður á tí.

Umframt at tryggja fólki heitan døgverða hvørnn dag, verður mett, at hetta tiltakið eisini hevur ein ávísan sosialan týdning, við tað at so kemur í hvussu so er eitt fólk inn á gólvið einaferð um dagin.