POLITIKKUR
Til atfinningarnar, sum Búskaparráðið reisir ímóti Vinnumálaráðnum, er leiðarin á Menningarstovuni Kjartan Kristiansen ikki heilt samdur í. Kjartan ger Sosialinum greitt, at hansara metingar standa fyri hansara egnu rokning, og ikki Vinnumálaráðsins.
- Eg eri ikki heilt samdur við tí framseting, at tað bert eru fyritøkur, sum kappast, tí avgjørt kappast samfeløg, sum tað føroyska, við onnur samfeløg, sigur Kjartan Kristiansen við Sosialin.
Kjartan vísur á, at serliga er kapping millum samfeløg um at skapa karmar fyri einum burðardyggum vinnulívi.
Danmark og Kanada góð dømi
- Tú sært bæði í Danmark og Kanada góð dømi um, at ovastu myndugleikarnir royna at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri ávísar vinnugreinir í londunum báðum, greiðir leiðarin á Menningarstovuni frá.
Kjartan leggur dent á, at í Danmark hava ymiskar vinnugreinir skattaviðurskifti, ið víkja frá teimum vanligu skattalógunum, einans tí myndugleikarnir óttast, at virkini uttan henda skattafrádrátt leita sær til onnur lond at virka sínar vørur.
Eisini í Kanada gera myndugleikarnir nógv fyri at varðveita tað útbúna fólki í Kanada. Missur Kanada hesa týdningarmiklu arbeiðsmegi til onnur lond, er stórur vandi fyri, at landið kemur at tapa í beinhørðu altjóða kappingini.
Umframt skattaviðurskiftið, so kappast samfeløg um at hava bestu vælferðarskipanina, góðar møguleikar fyri útbúgving, at skapa eitt gott granskingarumhvørvið os. fr.
-Av teirri orsøk eri eg ikki heilt samdur í tí framseting, at tað bert eru fyritøkur, ið kappast innanhýsis, tí samfeløg hava sum heild rættiliga stóra ávirkan










