Eimskip reisigildi í bingjum

Fríggjadagin 11. oktober helt Eimskip reisigildi í sambandi við, at nýggi goymslu- og skrivstovubygningur teirra varð reistur mikudagin 9. oktober á Skansabryggjuni í Havn

Reisigildi
Heini í Skorini

6. juni í summar varð hol sett á arbeiðið at gera nýggjan bygning hjá Eimskip á Skansabryggjuni í Havn, og mikudagin 9. oktober varð bygningurin reistur. Ætlanin er, at nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu í desember mánaði, og fer bygningurin bæði at hýsa skrivstovum og goymslu.

Framkomin og stórur bygningur
Talan er um ein stóran og framkomnan bygning, sum fer at hava nýggjastu amboð og hentleikar á goymsluøkinum.
Tilsamans verður húsið 15000 fermetrar til støddar, og 26 fólk fara at starvast í nýggja bygninginum, so tey á Eimskip høvdu avgjørt nakað at hátíðarhalda niðri á Skansabryggjuni fríggjadagin.
Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir, stjóri á Eimskip í Føroyum, sigur, at sum tað gongur nú, fer tíðarætlanin væntandi at halda, so nýggi bygningurin kann verða tikin í nýtslu beint fyri jól.

Hátíðarhald í tveimum bingjum
Veðrið var sera vánaligt fríggjadagin, og hetta órógvaði væl at merkja reisigildið. Tískil varð heldur øðrvísi avgjørt at fara inn í tvær bingjur at hátíðarhalda dagin.
Orkestur varð eisini til staðar fríggjadagin, og vóru tað teir báðir Edvard Nyholm Debes og Finnur Hansen, sum syrgdu fyri, at tað var ?liv og glade dage? inni í rennvátu bingjunum niðri á Skansabryggjuni.
Tónleikararnir siga, at hetta var fyrstu ferð teir høvdu spælt inni í eini bingju, og at tað altíð er skemtingarsamt at spæla í nýggjum umstøðum.
Hóast veðrið ikki var til vildar, vóru tað sostatt tvær bingjur, sum bjargaðu reisigildinum og hátíðarhaldingum av einum søguligum framstigi hjá Eimskip í Føroyum.