Klaksvík:
Hægst rataði telvarin í 1st Klaksvík International, Kim Pilgaard kom við av tilvild. Ein hevði givið avboð, og so varð hann spurdur, um hann hevði hug at verða við.
Hann sigur, at hann hevur spælt í Spania í tvey ár nú, og orsakað av, at hann so tilvildarliga kom við í hesa kappingina, so hevur hann ikki havt so góða tíð til at fyrireika seg. Men hann ivaðist ikki og segði ja beinanvegin, tí tað er ikki á hvørjum degi, at hann fær ein tílíkan møguleika, sigur hann.
Hann letur avbera væl at umstøðunum til at telva á Viðareiði.
- Tað eru fantastiskar umstøður. Har er friðarligt og perfekt til at telva, sigur hann.
Um kappingina sigur Kim Pilgaard, at tað eru fleiri sera áhugaverdir og evnaríkir telvarar millum føroysku luttakararnar í kappingini. Hann nevnir eitt nú Hans Kristian Simonsen og John Arna Nilssen.
Hann greiðir frá, at hann trekti nummar sjey í lutakastinum, og tað merkir, at hann skal telva fimm svørt og fýra hvít talv.
- Tað er ein vansi, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer fram, sigur hann.
Kim Pilgaard vann IM tittulin sum 32 ára gamal, og tað verður mett at vera í tí eldra endanum fyri at vinna ein tílíkan tittul. Hann hevur telvað, síðani hann var 15 ára gamal og fyri tveimum árum síðani segði hann sítt starv upp fyri at telva fulla tíð.