Sandur: Klokkan 05.16 fríggjamorgunin varð boðað frá eldi í einum sethúsum mitt í bygdini Sandi. Onkur var komin framvið, sum sá, at tað logaði burturúr húsunum, og hevði tískil boðað løgregluni frá.
Upplýst verður av sýsluskrivstovuni á Sandi, at tað gekk rímiliga væl at sløkkja. Eldurin hevði tó fest so mikið væl í, at sløkkiliðið á Sandi noyddist at biðja um hjálp frá Skopun eisini.
? Takið var niðurbrent og útveggirnir eru nærum eisini niðurbrendir. Eg veit tó ikki neyvt at siga, nær eldurin var sløktur, men beint áðrenn klokkan seks var sløkkiliðið í Skopun boðsent, sigur vakthavandi á sýsluskrivstovuni á Sandi. Hann leggur afturat, at eldurin var so mikið stórur, og tí noyddust sløkkiliðsmenninir at fáa hjálp til, at eldur ikki kom í húsini rundanum.
Eitt mannalív
Klokkan gott seks høvdu sløkkiliðsmenninir fingið so mikið tamarhald á eldinum, at teir kundu fara inn fyri fyrstu ferð. Tá funnu teir útav, at eitt lík lá innanfyri. Talan var um eina kvinnu.
? Vit hava fingið eyðmerkt, hvør hon er. Líksýn hevur verið, men um kvinnan er deyð av roykeitran ella sjálvum eldinum, vita vit ikki enn at siga.
Menn frá Kriminalteknisk Afdeling eru komnir til Føroya fyri at finna útav, hvør orsøkin til eldsbrunan er. Menninir komu upp sunnudagin, og arbeitt var beinanvegin við, at finna orsøkina.
Um eldurin er ásettur ella talan hevur verið um eitt óhapp veit ongin enn at siga, men hetta verður sjálvsagt kannað.