Setið ikki vindmyllur upp á Skorðhæddini

Í dag fer SEV at taka upp spurningin um at seta upp fleiri stórar vindmyllur á Skorðhæddini í Eysturoynni, har einasta vindmyllan hjá SEV er frammanundan. Ein av teimum, sum heldur tað vera skeivt at seta fleiri vindmyllur upp júst á hesum stað er fyrrverandi nevndarlimurin í FNU, Óli Mikkelsen. Sjálvur er hann fyri at menna vindorkuna í Føroyum, men hann heldur vit eiga at vera varin og ikki seta vindmyllur upp, har vit í framtíðini møguliga skulu til at byggja flogvøll.

Landsplanlegging




-Vit hava tørv á at byggja ein nýggjan og alternativan flogvøll, tí flogvøllurin í Vágum er ikki nøktandi sum er og tað verður alt ov kostnaðarmikið at útbyggja hann. Og her hava kanningar víst, at nettupp økið á Skorðhæddini í Eysturoynni er kanska tað besta at byggja nýggjan flogvøll á. Skulu stórar vindmyllur setast upp har nú, so forða fyri samtíðís fyri, at økið í framtíðini kann brúkast til flogvøll sigur Óli Mikkelsen.

Hann heitir inniliga á myndugleikarnar um hugsa um flogvallarmálið, nú tað verður tosað um at seta upp fleiri vindmyllur kring landið. Hann sigur, at bæðI tá talan er um at seta upp vindmyllur og at byggja ein nýggjan flogvøll í Føroyum, er tað ein avgerandi fyritreytin, at vit hava ein javnan vind. Og kanningar, sum eru gjørdar, vísa at slík pláss er Skorðhæddin við Toftir og Søltuvík í Sandoynni, tvey pláss, sum hava verið peikað út, tá talan hevur verið um flogvøll og um vindmyllur.

-Gott hevðI verið, um flogvøllur og vindmyllur kundu verið á sama stað, men tað ber ikki til. Stórur tørvur verður óivað í framtíðíni á góðum flogvølli og vindmyllum,, og pláss eigur at verða fyri báðum. Tveita vit vindmyllur út sum best ber til, koma vit at skíta okkum inni ? tað var stór skomm á torvheiðunum. Vit skulu hugsa okkum væl um sigur Óli Mikkelsen. Hann heldur at flogvallarmálið eigur at endurskoðast. Vindmátingar skulu gerast við atliti bæðI til framtíðar flogvøll og framtíðar vindmyllur.