um er, at fráboðanskyldan hjá bæði fakmyndugleikum og vanliga borgaranum verður herd. Vit mugu minnast, at barnið er ikki altíð ført fyri at siga frá, og tá er tað skyldan hjá nærumhvørvinum at rópa varskó [...] skvinna í almannamálum. Annika Olsen vísir á, at vit sum samfelag hava skyldu til at verja børnini og geva teimum bestu rættartrygdina og umsorganina. At fráboðanarskyldan verður herd er eitt stórt framstig [...] eisini upp til, at barnaverndarøkini gerast størri. Endamálið við broytingini er bæði at styrkja rættartrygdina hjá barninum og betra um fakliga umhvørvið. - Tað eru bæði fyrimunir og vansar at búgva í einum
Jackson váttar, at tað ikki er heilt óhugsandi, at Michael Jackson aftur verður at síggja á palli, tá ið Jackson Five bjóðar til fleiri konsertir í 2013. Michael Jackson fer møguliga at fylgja í fótasporunum [...] deyða Tupac trína á pallin. Og keldur vilja verða við, at hologrammið líktist ógvuliga nógv. Og nú sær út til, at kongurin av popp eisini fer at geva eina líknandi tøkniliga framførslu, tá ið hinir fýra [...] Tí nú sær út til, at Michael Jackson, sum doyði 2009, skal við á rundferð í næsta ár. Í síðstu viku høvdu Dr. Dre og Snoop Dogg eina konsert, har teir skelkaðu sínar áhoyrarar, við at lata eitt hologram
tekur Føroya Sìlaveiðifelag til, nú samgongan ætlar at geva loyvi til at Fiska makrel undir Føroyum. - Vit hava skilt, at ætlanin er at geva loyvi til at veiða av makreli skal fara við gørnum, har meskarnir [...] myndugleikan um at broyta hetta. - Vit skulu gera vart við, at verður loyvi givið til slíka veiku á føroyskum firðum, t.d. í Vestmannasundi og serliga við Leynar og Saksun, eru vit fullvísir í, at allur laksur [...] arbeiða til at seta út og røkja laksin seinastu 45- 50 árini. Sílaveiðifelagið heitir tískil á Fiskivinnuráðið, landsstýrismannin og allar løgtingslimir, um at seta avmarkingar, soleiðis at nevndu gørn
Løgmaður staðfesti , at tað var við beráddum huga, at flokkurin var snaraður til høgru. - Og tað kann væl vera, at vit hava snarað nøkur stig ov langt til høgru og at tað verður neyðugt at rætta kósina aftur [...] løgmaður, viðgongur blankt, at Sambandsflokkurin er snaraður til høgru. Á landsfundinum vóru vóru tað nøkur, sum førdu fram, at tey kendur ikki rættiliga flokkin aftur og at tað var ikki samsvar ímillum [...] svaraði eisini teimum, sum tvíhalda um, at tað er Fólkaflokkurin, sum avgerð politikkin. Tað vil Løgmaður ikki vera við. Hann vísir á, at samgongan hevur avtalað at taka eina trivaliga upphædd í landskassan
Eftir at formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hevur váttað, at flokkurin stillar upp til býráðsvalið í heyst, í hvussu er í Havn, verður dúgliga gitt, hvør verður at finna á listanum hjá nýggja flokkinum [...] frá, at hann stillar ikki upp, og triðja navn á listanum í Havn, Tróndur Djurhuus, boðar somuleiðis frá, at hann stillar ikki upp. - Eg eri ov upptikin í vinnulívinum, so eg havi ikki stundir at taka mær [...] mær av einum møguligum býráðsstarvi. At eg stillaði upp til løgtingsvalið var meira fyri at stuðla einari góðari søk, sigur Tróndur Djurhuus. Hann sigur, at av tí sama hevur hann ikki verið so nógv við
in á Christiansborg: Tað er átaluvert, at Landsstýrið ongi føroysk umboð sendir á fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini sunnudagin at verja føroysk áhugamál og at vera mótvekt til umhvørvisfelagsskapir, [...] trýst á ES-landið Danmark fyri at fáa Danmark at taka undir við ES-hvalaveiðupolitikki og harvið at sleppa felags støðuni í Ríkisfelagsskapinum. Harumframt seta felagsskapirnir Føroyar í eitt keðiligt ljós [...] lítið land, ið skapar konfliktir í Altjóða Hvalaveiðunevndini. - Hetta átti at sagt Landsstýrinum, at tað er neyðugt hjá føroyingum at møta upp í IWC sum partur av ríkisins sendinevnd. Almennu Føroyar mugu
Teitur Vágadal sigur, at tá hann vísir á, at politikkurin hjá samgonguni er skilaleysur, er tað serliga flatskattin, skatting av pensjónum og blokkbiddan hann hugsar um. Greitt er, at skattareformur er [...] hjá Sjálvstýrisflokkinum heldur eisini, at rættast hevði verið at samráðst við fakfeløgini, áðrenn pilkað verður við pensjónsinngjaldið. Samgongan tykist at vera blind og deyv, men spurnugurin er, um [...] um hon ikki manglar heila og hjarta. At fíggja við blokkbiddan og skatting av pensjón eru stutttíðarloysnir, sum eru so umfatandi, at ikki er til at siga, hvat langtíðar úrslitið verður, sigur Teitur Vágadal
skilst er ikki óhugsandi at ein loysn verður funnin. Bjørt Samuelsen vildi eisini hava at vita, hvat gerast skal fyri at tænastan ikki fer at lækka. Her vísti landsstýrismaðurin á,, at Landssjúkrahúsið hevur [...] vitandi um, at føroyskur yngri lækni fer undir útbúgving innan rematologi í næstum soleiðis, at framtíðarútlitini fyri giktaøkið í Føroyum eru rættiliga góð. - Um tað skuldi hent, at tað ikki eydnast at fáa semju [...] verandi tørv. - Arbeitt verður í løtuni við at gera møguligar umleggingar av til dømis ambulatorium og hjálparfólki fyri, at viðurskiftini hjá giktalæknanum at viðgera sjúklingar verða betri, upplýsir Karsten
til um tað skal kosta at sleppa á netið umborð, ella ikki. Men hann sigur, at í øllum førum verða filtur sett á, sum føra ymsar avmarkingar við sær, so at fólk ikki sleppa at hyggja at óynsktum tilfari [...] tilfari, sum hann málber seg og so at at tað heldur ikki ber til t taka filmar niður ella annað, sum krevur so nógv av netinum, at tað stjelur alla megina frá hinum brúkarunum. Internetið umborð á Smyrli eitur [...] hvussu farast skal fram á øðrum ferjum og bussum. Men fyri at fáa internet umborð á Teistan, krevst, at onkur antenna verður sett upp afturat, so at samband fæst um Skopunarfjørð.
bíðað til næstan av seint við at gera nýggjan kirkjugarð, tá ið gamlia garðurin er við at fyllast. Ein av hesum bygdum er Porkeri. Har hevur kommunustýrið í fleiri ár tosað um at fara í gongd, men ikki fyrr [...] Nýggjasta ætlanin er at gera nýggjan kirkjugarð norðan fyri verandi kirkjugarð. Tað økið hevur kommunan ognað sær við makaskifti. Fyri at gera kirkjugarðin á Bakkafløtti í Porkeri, var neyðugt at broyta byggi [...] borgarstjóri í Porkeri sigur, at so skjótt sum broytingin í byggisamtyktini er komin, byrjar arbeiðið. Økið skuldi verið skjótt at planera. Tað er góð velt mold, og ikki verður neyðugt at spreingja. Mikkjal Sørensen