- Hetta verður ein vanlukka
So harðliga tekur Føroya Sìlaveiðifelag til, nú samgongan ætlar at geva loyvi til at Fiska makrel undir Føroyum.
- Vit hava skilt, at ætlanin er at geva loyvi til at veiða av makreli skal fara við gørnum, har meskarnir eru niður í 70 millimetrar, sigur Sìlaveiðifelagið.
Men hetta hóvar teimum als ikki og tí heita tey á politiska myndugleikan um at broyta hetta.
- Vit skulu gera vart við, at verður loyvi givið til slíka veiku á føroyskum firðum, t.d. í Vestmannasundi og serliga við Leynar og Saksun, eru vit fullvísir í, at allur laksur, felag okkara hevur sett út endar í gørnunum og eingin laksur fer at koma niðan á Leynavatn.
- Kann slík makrelveiða kann fara fram við gørnum, kunnu fólk siga seg veiða makrel, hóast veruliga endamálið er at veiða laksin, sum felag okkara hevur sett út.
Hetta vildi verið ein vanlukka fyri okkum, sum hava brúkt túsundtals tímar av sjálvbodnum arbeiða til at seta út og røkja laksin seinastu 45- 50 árini.
Sílaveiðifelagið heitir tískil á Fiskivinnuráðið, landsstýrismannin og allar løgtingslimir, um at seta avmarkingar, soleiðis at nevndu gørn ikki verða sett á firðum, har laksur, sum er settur út, ferðast.
- Laksurin svimur hvørt summar upp til mánaðar uttan fyri ósarnar, áðrenn umstøðurnar loyva honum at sleppa niðan á vøtnini, og tí er neyðugt at verja laskin móti slíkari veiðu, sigur felagið.
Myndin er av tveimum monnum, sum fiskar laks á Leynarvatni.