Toppskorarar stilla ikki upp

Poul Michelsen meldar greitt út, at hann stillar ikki upp til kommunuvalið í heyst, og tað sama boðar Tróndur Djurhuus frá

Eftir at formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hevur váttað, at flokkurin stillar upp til býráðsvalið í heyst, í hvussu er í Havn, verður dúgliga gitt, hvør verður at finna á listanum hjá nýggja flokkinum.
Poul Michelsen boðaði beinanvegin frá, at hann stillar ikki upp, og triðja navn á listanum í Havn, Tróndur Djurhuus, boðar somuleiðis frá, at hann stillar ikki upp.
- Eg eri ov upptikin í vinnulívinum, so eg havi ikki stundir at taka mær av einum møguligum býráðsstarvi. At eg stillaði upp til løgtingsvalið var meira fyri at stuðla einari góðari søk, sigur Tróndur Djurhuus.
Hann sigur, at av tí sama hevur hann ikki verið so nógv við í kjakinum um møguliga uppstilling til býráðsvalið, og dugir tí heldur ikki at siga, hvørji nøvn hava verið uppi og vent.
Næstur á listanum hjá Framsókn var Janus Rein, men tað hevur ikki eydnast at fingið orðið á hann áðrenn evstamark hjá blaðnum. Tað er tó sannlíkt, at heldur ikki hann stillar upp.
Tað skilst á lagnum, at flokkurin vil hava fólk í býráðið, sum burtur av kunnu taka sær av hesari uppgávuni, og har kvalifiserar Janus Rein seg ikki. Eisini er ivasamt, hvussu væl hann fær røkt eitt býráðsstarv saman við løgtingsarbeiðinum og professionella starvinum sum flogskipari.
Tað tykist tí greitt, at hvørki løgtingsmenninir hjá Framsókn, ella nummar trý á listanum í Havn fara at stilla upp til kommunuvalið í heyst.