Skrivari Sjálvstýrisfloksin: Samgongan førir skilaleysan politikk

– Eg vil ynskja fakfeølgunum og andstøðuni góða eydnu við at stríðast ímóti samgonguni, sigur nú fyrrverandi tingbólkaskrivari og valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, Teitur Vágadal í almennari fráboðan í sambandi við, at hann í protest móti samgonguni leggur starvið sum tingbólkaskrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum frá sær. Sjálvstýrisflokkurin er sum kunnugt partur av nýggju samgonguni.

Teitur Vágadal sigur, at tá hann vísir á, at politikkurin hjá samgonguni er skilaleysur, er tað serliga flatskattin, skatting av pensjónum og blokkbiddan hann hugsar um.

– Greitt er, at skattareformur er alneyðugur og má koma. Men hann má ikki skrumblast ígjøgnum útfrá einum vánaligum og ógrundaðum hugskoti, sigur Teitur Vágadal. Hann heldur, at eitt samt løgting eigur at samtykkja ein skattareform.

– Tað má endiliga ikki vera eitt vánaligt uppskot út frá einum ófullfíggjaðum hugaroki, heldur hann.

Fráfarni tingbólkaskrivarin hjá Sjálvstýrisflokkinum heldur eisini, at rættast hevði verið at samráðst við fakfeløgini, áðrenn pilkað verður við pensjónsinngjaldið.

– Samgongan tykist at vera blind og deyv, men spurnugurin er, um hon ikki manglar heila og hjarta. At fíggja við blokkbiddan og skatting av pensjón eru stutttíðarloysnir, sum eru so umfatandi, at ikki er til at siga, hvat langtíðar úrslitið verður, sigur Teitur Vágadal, sum av hesum orsøkum hevur sagt seg frá sum tingbólkaskrivara hjá Sjálvstýrisflokkinum.

– Sosialliberla hugsjónin hjá Sjálvstýrisflokkinum er ikki til at síggja í samgonguskjalinum, og er tað ikki nóg góð grundgeving bert at fáa ein landstýrissess, sigur hann.