Nu hevur strandfaraskipið, Smyril, fingið tráðleyst internet.
Netið varð sett til í gjár og fólk, sum fólk, sum sigldu við Smyrli í gjár, og høvdu teldu við, varnaðust, at teldan fann eitt tráðleyst internet, sum øll ferðafólk við Smyrli, nú kunnu brúka.
Tey, sum royndu netið hjá Smyrli í gjár, kundu ikki annað enn staðfesta, at tað var bæði skjótt og gott.
Strandferðslan hevur upplýst, at í fyrstuni verður internetið umbrð ókeypis til tey vita, hvussu tað roynist.
Jón Guttesen, KT- umsitari hjá Strandferðsluni, sigur, at internetið umborð á Smyrli verður í øllum førum ókeypis hendan mánaði og kanska nakað afturat.
Men so skal støða takast til um tað skal kosta at sleppa á netið umborð, ella ikki.
Men hann sigur, at í øllum førum verða filtur sett á, sum føra ymsar avmarkingar við sær, so at fólk ikki sleppa at hyggja at óynsktum tilfari, sum hann málber seg og so at at tað heldur ikki ber til t taka filmar niður ella annað, sum krevur so nógv av netinum, at tað stjelur alla megina frá hinum brúkarunum.
Internetið umborð á Smyrli eitur sslsmyril og loyniorðið er ssl343000 sum er telefonnummarið hjá stovninum.
Royndirnar frá Internetinum á Smyrli verður so brúkt sum grundarlag fyri, hvussu farast skal fram á øðrum ferjum og bussum.
Men fyri at fáa internet umborð á Teistan, krevst, at onkur antenna verður sett upp afturat, so at samband fæst um Skopunarfjørð.