Kanska hava vit snarað nakað langt til høgru

- Vit hava snarað skútuni tann borgarliga vegin.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, viðgongur blankt, at Sambandsflokkurin er snaraður til høgru.

Á landsfundinum vóru vóru tað nøkur, sum førdu fram, at tey kendur ikki rættiliga flokkin aftur og at tað var ikki samsvar ímillum tey lyfti, flokkurin hevði upp undir valið og tann politikk, flokkurin førir nú í samgonguni.

Løgmaður staðfesti , at tað var við beráddum huga, at flokkurin var snaraður til høgru.

- Og tað kann væl vera, at vit hava snarað nøkur stig ov langt til høgru og at tað verður neyðugt at rætta kósina aftur, viðgekk hann eisini.

Hann svaraði eisini teimum, sum tvíhalda um, at tað er Fólkaflokkurin, sum avgerð politikkin.

Tað vil Løgmaður ikki vera við.

Hann vísir á, at samgongan hevur avtalað at taka eina trivaliga upphædd í landskassan í tilfeingisgjaldið.

- Tilfeingisgjaldið er at taka frá teimum, sum eru væl fyri og sum hava tær bestu kvoturnar og luta tað út til allar føroyingar.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er eitt ógvuliga sosialt átak og er ein máti at rætta kósina aftur, tí tað er ikki politikkur, sum Fólkaflokkurin hevur viljað vita av.

- Tað hevur Fólkaflokkurin so ikki avgjørt, staðfesti hann, sum er er avmyndaður á landsfundi sambandsfloksins í práti við Eilif Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann.

Hann staðfesti eisini, at fiskirættindi verða ikki rullandi loyvi, sum Fólkaflokkurin hevur kravt, men ein brúksrættur, sum verður galdandi eitt ávíst áramál.