Herd fráboðanarskylda og størri barnaverndareindir eru millum grundleggjandi broytingarnar í barnaverndarlógini, sum løgtingið fyrrapartin samtykti at fremja. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er væl nøgd við viðgerðina í løgtinginum.
-Stóra undirtøkan fyri uppskotinum tvørtur um samgongu- og andstøðumørk vísir, at uppskotið um at endurskoða barnaverndarøkið hevur fingið eina góða viðgerð. Sum landsstýriskvinna eri eg errin av, at vit í Føroyum nú fáa eina dagførda og nútímans barnaverndarlóg, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Annika Olsen vísir á, at vit sum samfelag hava skyldu til at verja børnini og geva teimum bestu rættartrygdina og umsorganina. At fráboðanarskyldan verður herd er eitt stórt framstig.
- Ein av grundleggjandi broytingunum er, at fráboðanskyldan hjá bæði fakmyndugleikum og vanliga borgaranum verður herd. Vit mugu minnast, at barnið er ikki altíð ført fyri at siga frá, og tá er tað skyldan hjá nærumhvørvinum at rópa varskó, tá ið eitt barn verður misnýtt ella á annan hátt verður útsett, heldur Annika Olsen.
Nýggja barnaverndarlógin leggur eisini upp til, at barnaverndarøkini gerast størri. Endamálið við broytingini er bæði at styrkja rættartrygdina hjá barninum og betra um fakliga umhvørvið.
- Tað eru bæði fyrimunir og vansar at búgva í einum lítlum samfelag sum tí føroyska. Barnaverndarmál eru sera viðkvom, og kunnu krevja ein ávísan anomymitet. Við størri barnaverndarøkjum ber til at savna fakfólk í færri eindum. Á henda hátt kann fakliga umhvørvið gerast enn betri, vísir landsstýriskvinnan á.
31 tinglimir tóku undir við uppskotinum, meðan tveir tinglimir atkvøddu blankt.