Ein familja læt lív

Í nátt beindi russiski forsetin fyri einari familju í landsluti, sum liggur nær markinum til Russlands

 

Ein familja, sum taldi fýra fólk, er dripin í einum russiskum dronuálopi í Sumy-regiónini í Ukraina í nátt.

 

Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, nær markinum til Russlands, og hetta hendi í bygdini, Tsjernetsjtsjyna.

 

Tað var ein íbúðarblokkur, sum varð raktur í russisku álopunum.

 

Hetta skrivar Oleg Grygorov á Telegram, og hann er leiðari fyri hernaðarumsitingina í økinum.

 

Tað er næstan ikki nátt, at russiski forsetin ikki ger seg inn á grannalandið, og at sivilfólk ikki liggja eftirá.

 

Í hesum førinum var talan um eina familju við tveimum børnum - tveimum smádreingjum á fýra og seks ár.