Brynhild og Marianna taptu dyst sum Høgni og Andrias dømdu

Ydun hevur enn fyrsta stigið til góðar hetta kappingarárið

Mánakvøldið vóru fýra føroyingar at síggja á vøllinum, tá liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg, Ydun tók ímóti Aarhus í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dómarar til hesa uppgerðina í høllini á Frederiksberg vóru brøðurnir, Høgni og Andrias Fríðusynir Gaard.

 

Aarhus vann dystin 28-24. Í steðginum var útiliðið frammanfyri 14-10, og tær megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Brynhild skoraði trý mál í dystinum.

 

Ydun hevur einki stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar. 

 

Komandi leygardag klokkan 13.30 hevur Ydun heimadyst móti toppliðnum, Holstebro.