Beiggi Michael Jackson váttar, at tað ikki er heilt óhugsandi, at Michael Jackson aftur verður at síggja á palli, tá ið Jackson Five bjóðar til fleiri konsertir í 2013.
Michael Jackson fer møguliga at fylgja í fótasporunum hjá Tupac. Tí nú sær út til, at Michael Jackson, sum doyði 2009, skal við á rundferð í næsta ár.
Í síðstu viku høvdu Dr. Dre og Snoop Dogg eina konsert, har teir skelkaðu sínar áhoyrarar, við at lata eitt hologram av deyða Tupac trína á pallin. Og keldur vilja verða við, at hologrammið líktist ógvuliga nógv.
Og nú sær út til, at kongurin av popp eisini fer at geva eina líknandi tøkniliga framførslu, tá ið hinir fýra Jackson beiggjarnir trína á pallin sum Jackson Five.
Tað veit E! News.
Sambært Jackie, beiggja Michael Jackson, so er tað møguligt, at eitt hologram verður gjørt av Michael Jackson, og at hetta hologrammið skal við á rundferð.
- Tað vildi verið fantastiskt, um Michael var við. Tað hugsaðu vit um fyri tveimum árum síðani. Vit fara eisini at syngja sangir hjá Michael, og heiðra hann á hendan hátt, sigur Jackie Jackson við E! News.
Beiggjarnir Jermaine, Jackie, Tito og Marlon kunngjørdu fyri stuttum, at teir ætlaðu sær á rundferð aftur, og at teir byrjaðu at syngja saman aftur í juni í ár.
Tú kanst síggja framførsluna hjá Dr. Dre og Snopp Dogg og hologramminum hjá Tupac her.