Góður møguleiki fyri semju um giktalæknan

Tað eru góð útlit fyri eini semju millum partarnar soleiðis, at uppsøgnin verður tikin aftur, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hetta sigur hann millum annað í svari uppá ein fyrispurning, sum tingkvinnan úr Tjóðveldi, Bjørt Samuelsen setti landsstýrismanninum, nú Landssjúkrahúsið hevur fingið uppsøgn frá giktalæknanum, sum tó ikki er endaliga staðfest enn.

Karsten Hansen vísti á, at í løtuni er samskifti millum sjúkrahúsleiðsluna og serlæknan um umstøðurnar á sjúkrahúsinum. Eisini hevur fundur verið millum Heilsumálaráðið og serlæknan, og formannin í serlæknafelagnum um íkomnu støðuna. Og sum skilst er ikki óhugsandi at ein loysn verður funnin.

Bjørt Samuelsen vildi eisini hava at vita, hvat gerast skal fyri at tænastan ikki fer at lækka. Her vísti landsstýrismaðurin á,, at Landssjúkrahúsið hevur í løtuni eina normering til ein serlækna innan økið, og er hetta í verandi støðu ikki nóg mikið, í mun til verandi tørv.

- Arbeitt verður í løtuni við at gera møguligar umleggingar av til dømis ambulatorium og hjálparfólki fyri, at viðurskiftini hjá giktalæknanum at viðgera sjúklingar verða betri, upplýsir Karsten Hansen.

Hann var haraftrat vitandi um, at føroyskur yngri lækni fer undir útbúgving innan rematologi í næstum soleiðis, at framtíðarútlitini fyri giktaøkið í Føroyum eru rættiliga góð.

- Um tað skuldi hent, at tað ikki eydnast at fáa semju við giktalæknan, mugu aðrar loysnir finnast. Í fyrstu atløgu kann tænastan verða veitt við konsulentum samstundis sum arbeitt verður við at fáa sett annan giktalækna, vísir heilsumálaráðharrin á.