Porkeri fær nýggjan kirkjugarð

Um ein mánað ella so verður farið at gera nýggjan kirkjugarð á Bakkafløtti í Porkeri. Tað er í tøkum tíma, tí bara fýra dupultpláss eru eftir

Í fleiri bygdum verður bíðað til næstan av seint við at gera nýggjan kirkjugarð, tá ið gamlia garðurin er við at fyllast.
Ein av hesum bygdum er Porkeri. Har hevur kommunustýrið í fleiri ár tosað um at fara í gongd, men ikki fyrr enn nú hendir nakað.
Fyri fýra árum síðan var ætlanin at víðka verandi kirkjugarð suðureftir, men tann ætlanin varð slept.
Næsta ætlanin var at gera kirkjugarð á einum øki, sum kommunan keypti, men tann ætlanin varð eisini slept. Kommunustýrið helt ikki staðið vera tað rætta, og so var har eisini so veðurringt.
Nýggjasta ætlanin er at gera nýggjan kirkjugarð norðan fyri verandi kirkjugarð. Tað økið hevur kommunan ognað sær við makaskifti.
Fyri at gera kirkjugarðin á Bakkafløtti í Porkeri, var neyðugt at broyta byggisamtyktina. Broytingin skal gókennast av landsstýrinum.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri sigur, at so skjótt sum broytingin í byggisamtyktini er komin, byrjar arbeiðið. Økið skuldi verið skjótt at planera. Tað er góð velt mold, og ikki verður neyðugt at spreingja.
Mikkjal Sørensen er so nýggjur borgarstjóri, at hann ikki dugir at siga, hví nýggjur kirkjugarður er gjørdur fyrr.
- Tað hevur rættiligan skund at fáa nýggjan kirkjugarð, tí bara eini fýra dupultpláss eru eftir. Fleiri einkultpláss eru tó, sigur Mikkjal Sørensen.
Nýggi kirkjugarðurin verður 3000 fermetrar og skuldi tryggjað øllum porkeningum gravpláss 50-80 ár fram.
Í Porkeri búgva umleið 330 fólk búgva í Porkeri. Í fjør vísti ein uppteljing, at fimtan prosent vóru yvir 67 ár.