ting at gera. At Monika býr í Leirvík og eg í USA er bara tilvild, men okkara vinaband er nakað andaligt og ævigt. Og tónleikur er sum vinabond, hann er tann sami allastaðni, staðfesti Frederic Balazs. [...] Er hetta veruliga eitt miðlahús, spyr Frederic Balazs, sum vit seta okkum niður til eitt prát inni í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað er fríggjadag seinnapart, og húsið er eitt sindur stilt. Frederic Balazs [...] violinistum, men eingin er sum Monika. Nógvir violinistar duga tekniskt sera væl, og teir spæla alt perfekt, men tá konsertin er liðug, minnist tú ikki rættiliga, hvussu tað ljóðaði. Tað er eitt sindur líka mikið
framvegis hevur undir illgruna. Fólk standa spyrjandi. Tey vita ikki, hvat er satt, og hvat er ósatt, og portugisiska løgreglan er tigandi. Týska blaðið Der Spiegel hevur eina dámu, Gisela Friedrichsen, sum [...] sum McCann-foreldrini leigaðu 25 dagar eftir, at gentan hvarv? Um so er, hvat merkir tað so? spyr hon. Í greinini vísir hon á, at løgreglan í Portugál er tigandi, meðan bretskir fjølmiðlar eru ?hysteriskir [...] ótespilig mál. Hon heldur, at tað eru fjølmiðlarnir, sum ?stýra? málinum um Madelinu. - Hvat er rætt, og hvat er skeivt? spyr hon. Og Gisela leggur aftrat: - Eru leivdir av blóði og hári, sum stava frá Madelinu
Slík viðurkenning er eisini ein staðfesting av, at tann innsatsur og tær íløgur, sum eru gjørdar seinastu mongu árini í føroyskt tónleikalív, hava verið rættar. Hetta er ikki minst okkara musikskúlum fyri [...] okkara ungu fólk frá musikskúlum og øðrum. At myndugleikarnir eru við til at skapa karmar er tí sera umráðandi, og er tað gleðiligt, at tær størstu kommunurnar í landinum, Havnar og Klaksvíkar kommunur, vísa [...] At vera við til skapar góðar karmar og ala upp góðar tónleikarar er tann størsta gávan, sum okkara politikarar kunnu lata hesum lítla og góða samfelag. Vónandi fara vit komandi tíðina at fáa nógv kreativ
sum vit somuleiðis vóru í samband við í gjár, segði, at uppskotið um fíggjarlóg er tríggjar mánaðir seinkað. Orsøkin er ósemjan millum samgonguflokkarnar um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu fíggjast [...] fyrra gerast upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til, umframt onnur tiltøk, sum verða umrødd í aðrari grein her í blaðnum. Hin møguleikin er at fara inn og skerja [...] landsstýrismonnunum rakt, og tað er ongin landsstýrismaður í útgangsstøðinum sinnaður til. Og onki týðir heldur uppá, at íløgusíðan verður skerd. Heldur tvørturímóti. Tí er tað inntøkusíðan, ið fyrst og fremst
Eivør er enn nummar eitt í íslendska sølulistanum Hesa vikuna er Eivør Pálsdóttir aftur nummer eitt á sølulistanum í Íslandi. Hetta er onnur vikan, at fløgan Mannabarn er nummer eitt. Heimmildarmaður okkara [...] sangfuglin Eivør, men meira er tað marknaðarføringin, ella vantandi marknaðarføringin, ið undrar. Og tað, at Eivør liggur á fyrsta plássi, hóast lítla og onga marknaðarføring. Tað er, sum er tørvur ikki á at gera [...] førdar fram við lýsingarherferðum, t.d. Magni, ið vann sangkapping í USA og nú er væl umtóktur í heimlandinum Íslandi. Jens er eisini fegin um væl eydnaðu framførslurnar hjá føroysku tónleikarunum, tá føroyska
Samgongufundur er í løtuni, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at talan er um ein veruligan kreppufund. Sambært vælvitandi keldum kann úrslitið væl gerast, at samgongan slitnar, og løgmaður [...] Sambært búskaparfrøðingum kann tað fyrra gerast upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til. Hin møguleikin er at fara inn og skera niður upp á almennar útreiðslur [...] ar verða málsøkini hjá hinum landsstýrismonnunum rakt, og tað er ongin landsstýrismaður í útgangsstøðinum sinnaður at ganga við til. Tí er einasti útvegur hjá løgmanni, sambært vælvitandi keldum, at útskriva
at bera hana upp í einar 18 tímar um døgnið. Tá tvíburðasystkini, Sean og Amelie, komu, gjørdist gentan sera krevjandi Madelinu-málið, sum byrjaði í Praia da Luz í Portugál 3. mai, tá knapt 4 ára gamla [...] hon, hvussu hon bar gentuna grátandi upp í einar 18 tímar um døgnið, tí Madelina hevði kolikk. Tað er Daily Mail, sum ber hesi tíðindi. Í samrøðuni fortelir mamman eisini, tá Madelina sum 20 mánaðir gomul [...] væntandi avhoyrd av bretsku løgregluni, sum ger hetta arbeiði fyri starvsfelagarnar í Portugál. Tað er Sky News, sum ber hesi tíðindi. McCann-hjúnini hava upplýst bretska forsætisráðharran, Gordon Brown
Venja seg við nýggjan bát Sjálvt um talan er um kappróður, so kann kappingin í Danmark als ikki samanlíknast við ein føroyskan kappróður, tí so stórur munur er á bátunum. Tí hava teir átta føroysku rógvararnir [...] Knørri verið í Danmark, har tey skuldu taka lut í kappingini um danmarksmeistaraheitið í rógving í lítla býnum Brabrand, sum liggur í útkantinum av Århus. Teir fimm dreingirnar og tær tríggjar genturnar [...] rógvararnir skuldu út við. Hevði tað ikki verið fyri ein gamlan mann, sum arbeiddi í neystinum, so er ógvuliga ivasamt, um rógvararnir høvdu sloppið út henda morgunin. Gamli maðurin hjálpti teimum tó við
raðfestu heilsuna høgt. Hans Martin er tann einasti í hansara familju sum er vegetarur, og hóast hini virða hansara val, so undrast tey eisini. – Fyri tey eldru er hetta púra fremmant, og eg skilji teirra [...] heldur, at hugburðurin hjá føroyingum til mat er nógv broyttur tey seinnu árini, og úrvalið í matvøruhandlunum er økt samsvarandi, men hugburðurin til djóravernd er ikki nógv broyttur. – Í Føroyum verða seyðir [...] kvøldi við løttum kroppi og lættari samvitsku. Hann hevur funnið sær eina unnustu, sum er vegetarur, og mamma hennara er eisini vegetarur, og tær hava lært hann nógv um góðan og vælsmakkandi vegetarmat. –
DNA-royndunum at døma hevði gentan fingið okkurt doyvandi evni og helst sovitablettir og so stórum nøgdum, at tað var nóg mikið til at taka lívið av henni. Sambært franska blaðmanninum er tað doyvandi evnið umrøtt [...] at siga við vissu, at Madeleine hevði fingið nakran heilivág. Guilhem Battut er ein virdur blaðmaður í Fraklandi, og hann er millum annað kendur frá tí, sum hann skrivaði um tilbirðin, tá Diana prinsessa