Hvat er rætt - hvat er skeivt?

Málið um Madelinu, sum hvarv úr hotelkamarinum, meðan familjan var í summarfrí í Praia de Luz í Portugál 3. mai, er framvegis óloyst. Nú hevur portugisiska løgreglan leitað í einum krematorii, har tey brenna deyð húsdjór Gitingarnar eru nógvar, og portugisiska løgreglan roynir í sínum lagi at uppklára málið.

Men striltið gongur.

Í royndini at finna fleiri spor at ganga eftir, var løgreglan herfyri á vitjan í einum krematorii, sum liggur 50 kilometrar frá Praia de Luz. Á krematoriunum brenna tey deyð húsdjór.

Maðurin, sum eigur krematoriið, Evert Hendrik, sigur við Reuters, at løgreglan spurdi seg tríggjar ferðir, um hann kendi ella hevði tosað við foreldrini hjá Madelinu, Kate og Jerry McCann.

Men Evert hvørki kendi tey, ei heldur hevur hann tosað við tey.

Tað er ikki bara í Portugál og Bretlandi, at fjølmiðlar hava gjørt nógv burtur úr Madelinu-málinum.

Síður eru skrivaðar, og nógv orð eru søgd.

Gitingarnar eru nógvar, og sambært portugisiska dómaranum hevur løgreglan ikki neyðugu prógvini, sum kunnu fella foreldrini, ið løgreglan framvegis hevur undir illgruna.

Fólk standa spyrjandi. Tey vita ikki, hvat er satt, og hvat er ósatt, og portugisiska løgreglan er tigandi.

Týska blaðið Der Spiegel hevur eina dámu, Gisela Friedrichsen, sum gjøgnum árini hevur skrivað um nógv ymisk ótespilig mál.

Hon heldur, at tað eru fjølmiðlarnir, sum ?stýra? málinum um Madelinu.

- Hvat er rætt, og hvat er skeivt? spyr hon.

Og Gisela leggur aftrat:

- Eru leivdir av blóði og hári, sum stava frá Madelinu, veruliga funnar í bilinum, sum McCann-foreldrini leigaðu 25 dagar eftir, at gentan hvarv? Um so er, hvat merkir tað so? spyr hon.

Í greinini vísir hon á, at løgreglan í Portugál er tigandi, meðan bretskir fjølmiðlar eru ?hysteriskir?, sum hon tekur til.