Oddagrein· Heiður og viðkenning til tónleikalív

Í hesum døgum er kunngjørt, at kendur danskur grunnur, Jacob Gades Legat, hevur avgjørt at lata fleiri føroyskum tónleikarum viðurkenning fyri sítt arbeiði. Her er talan virðis- og heiðurslønir,sum bara staðfesta tað, sum vit longu hava vitað: at vit í Føroyum eiga sera dugnaligar tónleikarar og eitt sera gott tónleikaumhvørvi. Tillukku øll somul.

Slík viðurkenning er eisini ein staðfesting av, at tann innsatsur og tær íløgur, sum eru gjørdar seinastu mongu árini í føroyskt tónleikalív, hava verið rættar. Hetta er ikki minst okkara musikskúlum fyri at takka, og eisini eigur Norðurlandahúsið stóran lut í hesum.

 

Nú nógv verður gjørt fyri at útflyta føroyskan tónleik eisini, og her hevur Tutl stórar ætlanir so skulu vit heldur ikki gloyma, at føroyskir tónleikarar og tónleikur eru at meta sum avbera góðir ambassadørar fyri tjóð okkara. Tí eiga vit ikki at undirmeta tað arbeiði, sum verður lagt í okkara ungu fólk frá musikskúlum og øðrum.

 

At myndugleikarnir eru við til at skapa karmar er tí sera umráðandi, og er tað gleðiligt, at tær størstu kommunurnar í landinum, Havnar og Klaksvíkar kommunur, vísa tónleikinum størri ans við at betra um karmarnar.

 

Vit síggja eisini fegin, og vilja her taka saman hendur við tónleikalivinum her á landi, og heita á okkara háttvirda løgting um at síggja álvaran í tí at gera íløgur í føroyskt tónleikalív. Hesin parturin av føroysku fólkasálini er eins týdningarmikil sum tann infrastrukturur, sum tingmenn dag og dagliga leggja so stóran dent á og hava gjørt tað í mong mong ár. Gevið okkara tónleiki og tónleikarum eins stóran ans. Takið við í tykkara metingar og játtanir á komandi fíggjarlóg, at tónleikurin skal hava bestu umstøður og gerið eins og danski grunnurin, setið pengar av til at menna tónleikin. Tá virða tit fólkið, og tit vilja fáa tøkkina fyri hetta. At vera við til skapar góðar karmar og ala upp góðar tónleikarar er tann størsta gávan, sum okkara politikarar kunnu lata hesum lítla og góða samfelag.

 

Vónandi fara vit komandi tíðina at fáa nógv kreativ boð frá komandi valevnum og flokkum um, hvussu tey vilja fremja og menna føroyskan tónleik. Frá tí smáa til tað stóra. Gott í tykkum - raðfestið tónleikin høgt.

 

Sosialurin