Samgongusamráðingarnar verða tiknar uppaftur nú klokkan 10. Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, sigur, at tey eru komin undir land við samgonguskjalinum.
– Vit fara at gjøgnumganga tað saman við flokkunum í dag. Øll hava ikki verið við til allar smálutirnar í samgonguskjalinum, so tað vara vit at gjøgnumganga í dag, sigur Beinir Johannesen.
Freistin, sum hann hevur fingið frá løgtingsforkvinnuni, gongur út fríggjadagin. Spurdur um hann ætlar at kalla tingið saman fríggjadagin, svarar hann ikki greitt, men spyr, sum tað er so smart at halda fyrsta tingfundin ein fríggjadag.
Tingfundur skal vera í seinasta lagi mánadagin sambært tingskipanini. Tá skal formansskapur í Løgtinginum veljast. Tað er eingin sum sigur, at landsstýrið skal verða skipað áðrenn tann tingfundin, men tað hevur verið vanligt. Tað var bara í 2002, at tað ikki er eydnast at skipa eitt nýtt landsstýrið fyri fyrsta tingfundin.










