Sum nýføðingur hevði Madelina kolikk, og tí noyddist mamman at bera hana upp í einar 18 tímar um døgnið. Tá tvíburðasystkini, Sean og Amelie, komu, gjørdist gentan sera krevjandi Madelinu-málið, sum byrjaði í Praia da Luz í Portugál 3. mai, tá knapt 4 ára gamla smágentan hvarv sporleyst úr hotell kamarinum, hevur eftir øllum at døma stóran áhuga millum lesarar. Á fleiri heimasíðum liggja ymisku søgurnar um hetta málið sum mest lisnu tíðindini.
Í eini samrøðu, sum portugisiskt magasin gjørdi við mammuna, Kate McCann, áðrenn hon formelt varð løgd undir illgruna, fortelur hon, hvussu hon bar gentuna grátandi upp í einar 18 tímar um døgnið, tí Madelina hevði kolikk.
Tað er Daily Mail, sum ber hesi tíðindi.
Í samrøðuni fortelir mamman eisini, tá Madelina sum 20 mánaðir gomul gjørdist stórasystir. Tá fór hon at krevja nógv av foreldrum sínum.
Henda samrøðan verður eisini brúkt av løgregluni í sambandi við ?profilin?, sum løgreglan hevur gjørt sær av Kata McCann.
Portugisiska løgreglan legði í farnu viku hald á dagbókina hjá mammuni, og longu dagin eftir søgdu portugisisk bløð, at tey høvdu avrit av brotum úr bókini.
Sum skilst, snúðu nøkur av hesum ?notatum? seg um, hvussu nógva orku Kate noyddist at leggja í børnini, og serliga var tað Madelina, sum var ein lívlig smágenta.
Portugisiska løgreglan hevur ynskt at fáa Kate aftur til Portugáls til nýggjar avhoyringar, men hetta vil dómarin, Pedro Daniel dos Anjos Frias, ikki, tí hann heldur, at prógvini eru ov veik. Í staðin verða hjúnini væntandi avhoyrd av bretsku løgregluni, sum ger hetta arbeiði fyri starvsfelagarnar í Portugál.
Tað er Sky News, sum ber hesi tíðindi.
McCann-hjúnini hava upplýst bretska forsætisráðharran, Gordon Brown, um gongdina í málinum, og ráðgevin hjá hjúnunum hevur sagt við forsætisráðharran, at portugisiska løgreglan hevur eingi prógv um, at McCann-hjúnini hava beint fyri Madelinu.
Pápi Madelinu, Gerry, hevur persónliga tosað við forsætisráðharran fleiri ferðir, síðan dóttirin hvarv 3. mai.










