Nissan mest seldur í ár – Toyota og MG fremst í november

258 keyptu Nissan, 236 Toyota og 191 Volkswagen

Tað vísa tølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum akførum ársins fyrstu 11 mánaðir.

 

Og tølini vísa, at Nissan liggur fremst við 258 seldum bilum. Toyota er nummar tvey við 236 seldum bilum, meðan Volkswagen er á triðja plássi við 191 seldum bilum.

 

Sølutølini á topp-10 listanum ársins fyrstu 11 mánaðir eru hesi:

 

1) NISSAN 258 nýggjar bilar

 

2) TOYOTA 236 nýggjar bilar

 

3) VOLKSWAGEN 191 nýggjar bilar

 

4) HYUNDAI 144 nýggjar bilar

 

5) FORD 96 nýggjar bilar

 

6) RENAULT 84 nýggjar bilar

 

7) MERCEDES-BENZ 62 nýggjar bilar

 

8) BRENDERUP 60 nýggjar bilar

 

9) MG 57 nýggjar bilar

 

10) PEUGEOT 38 nýggjar bilar

 

Akstovan hevur eisini yvirlit yvir bilar, sum eru skrásettir í november. Tann topp-10 listin sær soleiðis út:

 

1) MG 20 nýggjar bilar

 

1) TOYOTA 20 nýggjar bilar

 

3) FORD 10 nýggjar bilar

 

4) HYUNDAI 8 nýggjar bilar

 

4) VOLKSWAGEN 8 nýggjar bilar

 

6) AUDI 6 nýggjar bilar

 

6) MAZDA 6 nýggjar bilar

 

8) VOLVO 5 nýggjar bilar

 

9) CITROEN 4 nýggjar bilar

 

9) MERCEDES-BENZ 4 nýggjar bilar