Sum at ríða á einari eldkúlu

- At koma inn í lofthválvið er sum at ríða á einari eldkúlu, sigur rúmdarmaðurin, Victor Glove, nú Artemis II fer at lenda í Kyrrahavinum í nátt

Teir fýra astronautarnir umborð á rúmdarferjuni, Artemis II, lenda ætlandi í Kyrrahavinum í nátt.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at rúmdarferjan fer at lenda á leiðini út fyri San Diego klokkan 01 í nátt, okkara tíð.

 

Manningin hevur sett met á tann hátt, at Artemis II er tann rúmdarferja, sum hevur verið longst burtur frá Jørðini.

 

Nú skal Artemis II úr rúmdini og inn í lofthválvið - ella atmosferuna - og um hetta sigur rúmdarmaðurin, Victor Glove, soleiðis:

 

- At koma inn í lofthválvið er sum at ríða á einari eldkúlu, skrivar NTB-tíðindastovan nú fyrrapartin.

 

Ferðin hjá slíkari rúmdarferju er øgilig, og sagt verður, at ferðin inn í lofthválvið er heilar 34.000 kilometrar um tíman.