Er hetta veruliga eitt miðlahús, spyr Frederic Balazs, sum vit seta okkum niður til eitt prát inni í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað er fríggjadag seinnapart, og húsið er eitt sindur stilt. Frederic Balazs, sum er vanur við amerikanska meldurin og hevur vitjað amerikanskar tíðindastovur, fær seg ikki at trúgva, at hetta er eitt blaðhús.
- Føroyar eru ein perla. Hóast tit eru partur av heiminum, so eru tit so heilt øðrvísi, og tað er ótrúliga hugtakandi, sigur 87 ára gamli amerikanski komponisturin, sum eisini hevur verið tónleikari og dirigentur megin partin av lívinum.
Hann er í Føroyum og vitjar Moniku Stauss Joensen úr Leirvík, sum hann kom at kenna í 1998, tá Summartónar høvdu Amerika sum tema, og tey høvdu valt nakrar sonatir, sum hann hevði skrivað. Tey bjóðaðu honum at vera við, og hann gjørdist so hugtikin av Føroyum, føroyingum og Moniku, at hann avgjørdi at hann mátti koma aftur.
- Tað var eitt sindur illa fyrireikað av mær tað summarið, greiðir Monika frá.
- Tað passaði seg so, at eg var sett at eiga samstundis, sum vit skuldu hava okkara seinastu konsertir. Men eg vildi ikki avlýsa, tí nú vóru konsertirnar tilrættalagdar og Frederic Balazs hevði játtað at vera við. So tá vit fóru til tað seinastu konsertina í Útvarpshøllini, tók eg barsilstasku við, tí eg var vís í, at eg fór at eiga tað kvøldið, flennir Monika.
- Ja, hon spældi eisini eitt sindur skjótari enn vanligt, sigur Balazs við einum skeivum smíli.
- Eg kláraði næstan ikki at fylgja við, tí hon spældi til sparkirútmuna hjá barninum í búkinum.
Í dag er barnið í búkinum 9 ára gomul og eitur Debora. Og Balazs hevur glett seg at heilsa uppá hesa fittu gentu, sum var við til allar konsertirnar fyri níggju árum síðani, men sum ikki kom út, fyrr enn hann var farin avstað aftur.
The American Dream
Hesin blíði og ikki sørt skemtingarsami maðurin hevur havt eitt langt og spennandi lív, og hóast hann í dag er 87 ára gamal, er tann orka og tað framfýsni, sum hevur ført hann so víða, framvegis týðuligt í hansara lætta gongulagi, føstu eygum og avslappaða klædnastíli.
Hann byrjaði at spæla violin sum fimm ára gamal, og tá hann greiðir frá sínum lívi, ljóðar tað sum nógv er hent av tilvild, men frásøgnir hansara vísa eisini, at hann hevur loftað teimum møguleikum, sum hann hevur fingið.
- Eg og ein vinmaður stóðu og lurtaðu við dyrnar á einari stovu, har fólk, sum høvdu søkt starv í stórum orkestri, vóru til samrøðu. Knappliga letur vinnmaðurin hurðina upp og skumpar meg inn. Men í staðin fyri at fara í panikk, valdi eg bara at lata sum um, at eg veruliga ætlaði mær starv. Eg veit ikki, hvat dómsnevndin helt um henda spinkla, unga drongin í stuttum buksum, men eg fekk starv, greiðir Frederic Balazs stillisliga frá.
At hann slapp til USA í 1940 var eisini eitt sindur av tilvild. Men sum ein rættur amerikanari er hann ein ambitiøsur maður, og í USA hevur hann arbeitt sum violinistur, stjórna stórum orkestrum og skriva tónleik.
- Eg vildi hava navn mítt í neon, sigur Frederic Balazs og finnur eina mynd fram, har eitt neonskilti á einum konserthúsum sigur, at í kvøld verða spæld stykki eftir Mahler og Balazs
- Men eg skilji ikki, hví teir skulu seta hitt navnið framman fyri mítt, sigur hann og hyggur strangur upp á Moniku.
- Eg meini so við, hvør kennir Mahler, sigur hann við einum speiskum smíli.
New Frontiers
Eitt av hjartamálunum hjá Frederic Balazs er at geva fólki, sum lítið og onki kennir til klassiskan tónleik, nýggjar tónleikarligar upplivingar og innlit. Hann var í mong ár leiðari fyri ein stovn, sum skipar fyri klassiskum konsertum á barnaskúlum, men tað er ikki bara millum børn, at Frederic Balazs hevur verið við til at flyta mørk.
- Eg eri útnevndur indianarahøvdingi millum Kiowa indinarar. Har eiti eg Chief Fire Music Maker. Tað var tí, at eg einaferð fór at vitja ein hundrað ára gamlan indianarahøvding. Eg spældi violin fyri honum, og hann var púra burtur í tónleikinum. Hann hevði ongantíð hoyrt livandi violintónleik fyrr.
- Eina aðru ferð fekk eg høvi at vitja ein sokallaðan heilagan fólkabólk á hálendinum í Nýguinea. Tey vóru innsmurd í runu, og tá eg tók violinina fram, fóru tey øll upp at ýla. Eg helt, eg var komin til mína síðstu løtu. Men so fekk leiðarin tey at tiga, og tey sótu pinnastill, meðan eg spældi. Tá eg varð liðugur, fóru tey aftur upp at ýla, men hesuferð var tað í fagnaði av tónleikinum, greiðir Frederic Balazs frá.
A Place Called Leirvík
Hesa vikuna hevur Frederic Balazs verið í Leirvík, og mánadagin hevði Monika Stauss Joensen skipað fyri einum hugnakvøldi fyri innbodnum í Bátasavninum. Hon og Ólavur Jakobsen spældu løg á guitara og violin, og tey greiddu frá um Balazs og konsertferð teirra í USA.
Ólavur greiddi frá, hvussu væl Frederic Balazs dugdi at fáast við bæði høg og lág. Um tað vóru rík fólk í Los Angeles ella børn í einum lítlum bygdaskúla, so var hann tann sami og líka væl dámdur av øllum. Og sum hesin eldri amerikanarin gekk millum seksmannaførini og prátaði við lorvíkingar og onnur, livdi hann onkursvegna upp til orðini hjá Ólavi.
- Vinabond hava onki við støð ella materiell ting at gera. At Monika býr í Leirvík og eg í USA er bara tilvild, men okkara vinaband er nakað andaligt og ævigt. Og tónleikur er sum vinabond, hann er tann sami allastaðni, staðfesti Frederic Balazs.
Balazs um Moniku
Eg havi stjórnað nógvum orkestrum og lurtað eftir mongum violinistum, men eingin er sum Monika. Nógvir violinistar duga tekniskt sera væl, og teir spæla alt perfekt, men tá konsertin er liðug, minnist tú ikki rættiliga, hvussu tað ljóðaði. Tað er eitt sindur líka mikið. Soleiðis er ikki við Moniku. Hon spælir við hjartanum, og tú gloymir ikki hennara spæl aftaná. Eg eri ótrúliga stoltur av, at Monika hevur spælt mínar sonatur, sum eru sera innviklaðar og torførar. Ongin hevur spælt tær so væl sum hon.
Nærmynd av Moniku har hon spælir á konsertini í Lorvík
Føroyar sum turistattraktión
Frederic Balazs visti ikki hvar Føroyar vóru, og hann mátti finna sær eitt verðinskort fram, tá hann varð boðin at spæla við Summartónum í 1998. Hann er ótrúliga hugtikin av landinum, huglagnum og føroyska sinnalagnum, og hann skilur ikki, at ikki fleiri fólk vitja hetta fantastiska landið. Men hetta er kanska í ferð við at broytast, heldur hann, tí stutt síðani hevur hann sæð tvey stór amerikansk bløð, sum høvdu Føroyar sum høvðussøgu í ferðasektiónini.
Balazs um lívið í Leirvík
Í USA eru tað nógvir tónleikarar, sum leita eftir eydnuni og royna at fanga alabogan, men í teirra stremban, missa tey seg sjálvi burtur. Monika hevur valt eitt stilt lív her í Leirvík, men tað er ikki nakað fátækt lív. Hon hevur eina fantastiska familju og eitt fantastiskt umhvørvið. Hon øvar á violinini, samstundis sum hon ger døgurða, koyrir ørindi, vitjar vinfólk, hjálpir børnunum, fer til arbeiðis, og alt hitt sum hon far frá hondini hvønn dag. Lorvík hevur gjørt hana til ein enn betri violinist, tí hon hevur eitt heilt lív og er ein heilur persónur, heldur Frederic Balazs.
Hann spældi fyri Hannu
Tá Balazs var í Føroyum seinast var hann so hugtikin av einari eldri konu, sum hann kom at kenna. Monika visti av hesum, og onkuntíð tá hon hevur sent honum brøv, hevur hon lagt eina lítla bók við og skriva , at hon var frá Hannu. Í dag er Hanna heilt í ørviti, og Balazs hevur ikki spælt violin í meira enn eitt ár. Men tá hann og Monika fóru at vitja Hannu, helt Monika fyri, at hann var noyddur at spæla fyri henni. Á ellisheiminum tók hann violinina fram, stillaði seg við síðuna av Hannu og spældi eitt vakurt lag. Hon sat og ruggaði í takt, og ikki eitt eyga var turt, sigur Monika.
Nærmynd av Balasz