Grønir føroyingar

Lambskjøtið er skift út við nøtir og høsnarungin við tomat.

Tað er rættiliga óvanligt at vera vegetarur í Føroyum.

Men fólkini, sum vit hava prátað við, eru livandi prógv um, at tað saktans ber til.

"Eg var troyttur av at liva ósunt"

 

Hans Martin á Vágalið hevur valt at vera vegetarur, tí vegetarar liva eitt heilsugott lív. Men hann skilir væl, at hetta tykist fremmant fyri mong

 

Fyri 25 ára gamla Hans Martin, sum hevur verið vegetarur í knappliga eitt ár, er tað ikki at eta kjøt ein uppgerð við eitt ósunt lív.

– Eg var troyttur av at liva ósunt. Eg livdi mest av tilgjørdum mati á matstovum, bomm, cola og øðrum svansi. Samstundis dámdi mær at lesa um fólk, sum livdu sunt og raðfestu heilsuna høgt.

Hans Martin er tann einasti í hansara familju sum er vegetarur, og hóast hini virða hansara val, so undrast tey eisini.

– Fyri tey eldru er hetta púra fremmant, og eg skilji teirra hugsunarhátt. Fyrr kundi tú ikki yvirliva í Føroyum uttan kjøt, sigur ungi havnarmaðurin, sum lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.

Lívið sum vegetarur er eitt gott lív, staðfestir Hans Martin. Hann mungar ongantíð eftir kjøti, og hann elskar at leggja seg til songar á kvøldi við løttum kroppi og lættari samvitsku. Hann hevur funnið sær eina unnustu, sum er vegetarur, og mamma hennara er eisini vegetarur, og tær hava lært hann nógv um góðan og vælsmakkandi vegetarmat.

– Tað nyttar onki bara at leggja av at eta kjøt. Fyri meg hevur tað nógv størri týdning, at eg fái eitt heilsugott lív. Tú verður heldur ikki vegetarur eftir einum degi. Í fyrstani dugdi eg ikki nóg væl at finna annan mat, men tað er ongin trupulleiki í dag, sigur Hans Martin, sum hevur givið Rákinum eina uppskrift upp á vegetarbúffar úr nøtum og kjarnum, sum eru bæði kaloriuríkir og feitir, men eisini heilsugóðir, tí feittið er ómettað og ongi evni eru í, sum kroppinum ikki tørvar.

Avgerðin at hugsa meira um heilsuna hevur broytt lívið hjá Hans Martin. Hann etur ikki so nógv úti longur, hann situr ikki í biografinum og fyllir seg við bomm og poppkorn, og hann hevur eisini valt tubbak og alkohol frá. Hóast tað so kennir hann tað meira sum, at lívið gert ríkari heldur enn fátækari.

– Eg havi fingið tað nógv betri og havi eitt betri lív. Men eg ætli mær ongantíð at vera fanatiskur. Um eg eri í føðingardegi ella í brúdleypi, lagi eg meg eftir umstøðunum, og eg skilji væl, at fólk halda, at tað er absurd at vera vegetarur, sigur Hans Martin smílandi.

Matvøruhandlar selja deyð djór, sum hava havt eina syndarliga tilveru, meðan tey vóru á lívi. Hesum ynskir ein ung havnarfamilja ikki at stuðla, og tí eru tey øll vegetarar.

 

"Vit síggja ikki eitt kjøtpetti, men ein stakkals dripnan kálv"

Fyri fýra árum síðani góvust Joan Poulsen og Janus úr Dímun at eta kjøt. Hetta hendi eftir, at tey høvdu havt fleiri samrøður við vinir í Danmark, sum vóru vegetarar.

– Vit hildu, hesi vinfólk vóru fullkomiliga langt úti, tí tey ikki ótu kjøt. Men tá ið vit settu okkum inn í málið, broyttu vit støðu, greiðir Joan frá, meðan hon leggur putlispæl saman við 2 ára gomlu dóttrini, Jóhannu, sum eisini er vegetarur.

– Fyri okkum er hetta ein moralskur spurningur, tí tú kanst ikki láta sum onki, tá ið tú kennir sannleikan um búrhøsn, djóraflutning og aðra djórapínslu, sigur Janus.

– Í fyrstani ætlaði eg bara at gevast at eta innflutt kjøt. Eg trúði ikki, at eg kundi vera føroyska kjøtið fyri uttan, og seyðurin í Dímun hevur eitt gott lív, áðrenn hann verður flettur. Men matur er ein vanasak, og eg mungi ikki eftir kjøti longur, sigur Janus smílandi.

Tá ið Joan og Janus síggja ein búff, so síggja tey ikki bara eitt kjøtpetti, men ein stakkals dripnan kálv. Djóravælferð hevur nógv at siga fyri tey, og tey eru limir í danska felagsskapinum Anima, sum hevur eina virkna heimasíðu og gevur blað út eina ferð um mánaðin.

Spurningurin um djóradráp kann vera rættililiga kensluborin, og tey bæði hava eisini upplivað, at fólk kenna seg stoytt og ákærd, tí tey bæði velja at liva eftir sínari sannføring.

– Fólk kunnu spyrja, hví vit halda, at djór eru til ella siga, at tað stendur í Bíbliuni, at vit skulu drepa djór. Men eg tími ikki at svara slíkum, sigur Joan.

Lítla familjan etur heldur ikki fisk ella egg frá búrhøsnunum, og leðurskógvarnir eru eisini lagdir á hillina.

Men onkrar neyðloysnir hava eisini verið neyðugar. Tað er til dømis ikki lætt at fáa vistfrøðiligari mjólk í Føroyum, og tvey ára gamla Jóhanna fær vanliga føroyska mjólk.

– Eg veit ikki, hvat vit fara at gera, tá ið Jóhanna verður størri og kanska fer at biðja um kjøt. Hon skal sjálvandi sleppa at velja sjálv, men eg vóni, at hon verður vegetarur, sigur Joan og hyggur at lítlu dóttrini, sum hvønn dag fer væl nøgd í vøggustovu við ertrapostei í matpakkanum.

Fyri 35 ára gomlu Manijeh Elsu Modi hongur vegetarlívið saman við jogavenjing og einum barndómi uttan kjøt í India.

 

"Longu sum eitt ára gomul vildi eg ikki eta kjøt"

Manijeh hevur frá barnsbeini av mest havt hug á mati, sum ikki kemur frá djórum, men tað var, tá ið hon lærdi til jogalærara, at hon fekk styrkina og hugin at vera reinur vegetarur.

– Hvørja ferð eg havi verið á jogaskeið, havi eg lagt okkurt av. Fyrst gavst eg at drekka sodavatn, síðani svart te, so grønt te, og so framvegis. Broytingarnar hava ongantíð verið torførar, tí eg havi bara mist hugin, greiðir Manijeh frá.

– Í joga arbeiðir tú so miðvíst við kroppinum og tær sjálvum, at allir sansir verða meira viðkvæmir. Tú uppdagar, hvussu gott tú fært tað, tá ið tú ikki etur kjøt, og tú fært eisini styrki til at gera tað, sum er best fyri teg og tín kropp, sigur Manijeh, sum fyri stuttum flutti aftur til Føroya, eftir at hava búð fleiri ár í Danmark.

Hugurin til kjøt hevur altíð verið lítil hjá Manijeh, sum er fødd í India og búði har saman við føroysku mammu síni og indiska pápa sínum, til hon var 11 ára gomul.

– Longu sum eitt ára gomul vildi eg ikki eta kjøt. Mamma og babba vóru bæði líka bangin um meg, og mamma fór til læknan við mær. Hann segði, at tað var ongin grund at stúra, so leingi sum eg fekk flatbønir og annað gott nakrar ferðir um vikuna, greiðir Manijeh frá.

Hennara mótmæli ímóti at eta kjøt var ikki grundað á nakra sannføring av nøkrum slag, men bara ein barnsligur mótvilji ímóti at eta nakað, sum hon ikki helt smakkaði væl.

Sum vaksin hevur valið at liva sum vegetarur verið meira tilvitað.

– Men eg havi ongantíð verið fanatisk, og tá ið eg havi verið heima og ferðast, havi eg onkuntíð etið kjøt. Í dag livi eg sum reinur vegetarur, men eg havi ongar trupulleikar við, at onnur ikki liva, sum eg.

Manijeh heldur, at hugburðurin hjá føroyingum til mat er nógv broyttur tey seinnu árini, og úrvalið í matvøruhandlunum er økt samsvarandi, men hugburðurin til djóravernd er ikki nógv broyttur.

– Í Føroyum verða seyðir væl viðfarnir av flestu bóndum. Men djórapínsla fer eisini fram her, og vit keypa nógv innflutt kjøt. Tí áttu vit at verið meira tilvitað um, hvussu djórini, sum enda á døgurðaborðinum, hava verið viðfarin, meðan tey eru á lívi, sigur Manijeh avgjørd.

 

Hjá 45 ára gomlu Janu Thomsen byrjaði vegetarlívið sum ein vegur burtur úr deyðiligari sjúku. Í dag kann hon gott steikja búffar til mannin, men smakkar ikki kjøt sjálv

 

Frá etingarólagi til reinan mat

Uttan at kenna nakað til sjúkuna ella hugtakið, fekk Jana sum 15 ára gomul anoreksia. Hon noyddi seg sjálva onki eta, tí hon helt, at hon var ov tjúkk.

Tá ið ringast stóð til vigaði Jana einans 32 kilo og var innløgd á Landssjúkrahúsinum.

– Eingin kendi sjúkuna, og eg varð ikki send til sálarfrøðing. Men kostráðgevin á Landssjúkrahúsinum hjálpti mær ótrúliga væl. Hon greiddi mær frá, at valið ikki stóð millum mat og ongan mat, men at tað var ein millumvegur við sunnum mati, greiðir Jana stillisliga frá.

Tað tók henni góð tíggju ár at koma burtur úr sjúkuni, og vegurin fram var at geva kroppinum nokk av føðslu við heilsugóðum mati, sum ikki fitaði ov nógv.

Í dag livir Jana sum vegetarur og etur ongantíð kakur ella bomm, meðan 20 ára gamla dóttir hennara og maður hennara bæði eta kjøt og annan ósunnan mat.

Dóttirin var vegetarur tvey tey fyrstu árini, men tá ið hon vildi hava kjøt upp á breyð, fekk hon loyvi til tað.

– Eg eri vegetarur, tí tað er tað rætta fyri meg. Eg havi ikki brúk fyri at fáa onnur at velja sama lívsstíl, sum eg havi valt. Vit eru øll so ymisk og skulu hava loyvi at vera tað, sigur Jana.

– Eg havi heldur einki ímóti at steikja stórar búffar til mannin, men eg smakki ikki á kjøtið sjálv. Tað hevði eg ikki funnið uppá, sigur hon smílandi.

Tá ið hon var sjúk, taldi hon altíð kaloriur og feittprosent, og hóast hon ikki heldur roknskap í dag, so mungar hon ongantíð eftir einum vinarbreyði, tí hon sær ikki lekkru køkuna á borðinum, men tær 300 kaloriurnar, sum enda í kroppinum.

– Eg mungi ikki eftir kjøti, tí eg minnist kropstyngdina, sum eg hevði eftir at hava etið kjøt. Tá ið eg eti vegetarmat verði eg ongantíð yvirmett. Tá ið øll liggja hálvdeyð eftir jóladøgurðan, eri eg líka frísk sum altíð, greiðir hon flennandi frá.

Jana hevur ikki upplivað, at fólk niðra seg fyri at vera vegetarur. Fólk spyrja hví, og tey flestu góðtaka svarið. Men summi fólk royna – kanska mest í spølni- at fáa hana at eta okkurt ósunt.

– Tað kann vera troyttandi, tá ið onkur blívur við at biðja meg fáa mær kjøt upp á talerkin. Eg vil gjarna sjálv avgera, hvat eg eti, sigur Jana at enda.

 

Vegetarar

Vegetarisma er ein liviháttur, har tú ikki etur kjøt av nøkrum djóri. Hóast summi kalla seg vegetarar, men eta fisk, er hetta ikki rættiliga eftir bókini. Nakrir vegetarar eta heldur ikki aðrar úrdráttir úr djórum, so sum mjólkaúrdráttir og egg. Og summir vegetarar frávelja eisini klæðir, sum hava við deyð djór at gera, til dømis leður og pelsar.

 

Veganar

Veganisma er ein liviháttur, sum útihýsir øllum djóraúrdráttum, líkamikið um maturin ella vøran hevur viðført deyða fyri djóri. Veganar frávelja tí allar mjólkaúrdráttir, egg, honning, ull, silki, fjarðar og so víðari.