Í vikuni kom fram, at portugisiska løgreglan hevði funnið kropsvætu í viðførisrúminum á einum bili, sum Gerry og Kate McCann høvdu leigað í Portugal, og at DNA-royndir høvdu víst, at kropsvætan stavaði frá Madeleine.
Nú sigur franska blaðið France Soir seg hava fingið at vita frá sínunm keldum, at DNA-royndirnar vístu, at Madeleine McCann var doyvd, tá hon doyði. Blaðmaðurin Guilhem Battut skrivar, at eftir DNA-royndunum at døma hevði gentan fingið okkurt doyvandi evni og helst sovitablettir og so stórum nøgdum, at tað var nóg mikið til at taka lívið av henni. Sambært franska blaðmanninum er tað doyvandi evnið umrøtt í frágreiðingini, sum ákæruvaldið í Portugal hevur fingið.
Bretskir kriminalteknikarar ivast kortini í innihaldinum í fronsku greinini. Teir siga við Daily Mail, at úrslitið av DNA-royndunum var ikki so týðiligt, at tað ber til at siga við vissu, at Madeleine hevði fingið nakran heilivág.
Guilhem Battut er ein virdur blaðmaður í Fraklandi, og hann er millum annað kendur frá tí, sum hann skrivaði um tilbirðin, tá Diana prinsessa doyði í París fyri tíggju árum síðani.