Minnið um Hans Paula Strøm

Mín góði vinur Hans Pauli er ikki longur. Men lat tað vera sagt beinanvegin, at fáur maður man hava fingið so nógv av skafti sum Strøm.

Eg hugsi bæði um løgting og landsstýri, flokkin, blaðarbeiði, arbeiði á Hagstovuni, familjuna og ikki at gloyma fittliga urtagarðin.

Fyrsta eg sá á Hans Paula, mundi vera eitt kvøldi á Kannibalinum í Kjøpinhavn har Framin ella Studentafelagið helt fund. Seinni tók hann yvir, saman við øðrum, at gera blaðið Oyggjaskeggja. Uppaftur seinni fór hann til Framan, sum hevði orðini ”Fyri socialismu og sjálvtýri” Har gjørdu hann og aðrir í felagnum eitt vala arbeiði.

Seinni skiltust okkara vegir, so Hans Pauli og familjan búsettust í Vestmanna. Eg og familjan búsettust ”niðri.” Hann arbeiddi í fleiri ár á Hagstovuni. Eisini bleiv hann valdur á Løgting, og gjørdist landsstyrismaður. Eg nevni bert eitt, sum hann fekk uppí lag: Fólkarenningina, har landsstýrismaðurin var í fremstu røð, og eini 3000 fólk í Havn vóru honum á baki. Hetta var byrjan til eina tíð, har tað gjørdist vanligt at renna fyri at styrkja heilsuna.

Á tí politiska økinim var hann sosialistur, eingin ivi um tað, og hevði skil fyri bæði tí teoretiska partinum, eins væl og tí praktiska politiska., sum hann sum landsstýrismaður útinnti

Tey seinni árini kom hann at dragast við sjúku. Eg hitti hann seinastu ferð á Ríkishospitalinum. Vit fingu eitt langt og álvarsligt prát um lívið og deyðan. Hann visti hvønn veg tað bar. Seinastu orðini hansara vóru: ”Eg eri avkláraður.”

 

 

Rolf Guttesen

20.12.2025