Samgongufundur er í løtuni, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at talan er um ein veruligan kreppufund. Sambært vælvitandi keldum kann úrslitið væl gerast, at samgongan slitnar, og løgmaður útskrivar nýval Fíggjarlógaruppskotið skuldi langt síðani verið liðugt, men er ongan veg komið orsakað av stórari ósemju um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu fíggjast.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, sum hevur til uppgávu at gera fíggjarlógaruppskotið, vil ikki geva seg í spurninginum um skattalættan, sum hann vil hava útsettan. Hetta vil Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Og sjálvt um Javnaðarflokkurin er rættiliga spjaddur í málinum um skattalætta, so hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ikki viljað gingið ímóti sjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum. Júst fyri at halda saman upp á samgonguna.
Sostatt er løgmaður sum lús millum tvær negl, har hann við at taka undir við Fólkaflokkinum, stoytir Sambandsflokkin og kanska eisini fakfeløgini frá sær. So seint sum í gjár mælti Samtak til at útseta skattalættan.
Tað eru bert tveir mátar at fáa fíggjarlógaruppskotið at hanga saman. Antin skulu inntøkurnar økjast ella útreiðslurnar skerjast. Sambært búskaparfrøðingum kann tað fyrra gerast upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til. Hin møguleikin er at fara inn og skera niður upp á almennar útreiðslur ella íløgur. Við at skerja útreiðslurnar verða málsøkini hjá hinum landsstýrismonnunum rakt, og tað er ongin landsstýrismaður í útgangsstøðinum sinnaður at ganga við til.
Tí er einasti útvegur hjá løgmanni, sambært vælvitandi keldum, at útskriva nýval, um ikki onkur av pørtunum í síðstu løtu velur at bakka munandi á samgongufundinum í dag. Fundurin byrjaði klokkan tvey.
Eitt annað sum ivaleyst spælir ein stóran leiklut, er óttin fyri dóminum hjá veljarunum. Tvær nýggjar veljarakanningar geva bæði Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum munandi afturgongd, og tí stendur valið millum pest og kolera hjá teimum báðum flokkununum. Hinvegin stendur Sambandsflokkurin til framgongd, ið fyrst og fremst júst verður tilskrivað landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss.
Portalurin hevur roynt fingið eina viðmerking frá løgmanni um støðuna í samgonguni, men hann situr framvegis á fundi.