DM bleiv avlýst

Fyri fyrstu ferð í 36 ár bleiv kappingin um danmarksmeistaraheitið í rógving avlýst vegna veður

KAPPRÓÐUR

 

Um vikuskiftið hava átta føroyskir rógvarar úr Róðrarfelagnum Knørri verið í Danmark, har tey skuldu taka lut í kappingini um danmarksmeistaraheitið í rógving í lítla býnum Brabrand, sum liggur í útkantinum av Århus.

Teir fimm dreingirnar og tær tríggjar genturnar høvdu vant sera hart líka síðani ólavsøku fyri at blíva rættiliga klár til kappingini, og tí vóru vónirnar hampiligar um at fáa góð úrslit við heim til Føroyar.

 

Venja seg við nýggjan bát

Sjálvt um talan er um kappróður, so kann kappingin í Danmark als ikki samanlíknast við ein føroyskan kappróður, tí so stórur munur er á bátunum. Tí hava teir átta føroysku rógvararnir eisini havt úr at gera síðsta góða mánaðin fyri at læra seg at rógva í nýggju bátunum.

Tey áttu hava vant fimm ella seks ferðir um vikuna síðani ólavsøku, og venjingarnar hava gingið rættiliga væl. Tí vóru tey átta eisini spent um uppgávuna, sum lá fyri framman í Danmark um vikuskiftið.

 

Keðilig fyrireiking

Tá ferðalagið kom til Danmarkar tíðliga hóskvøldið, vóru rógvararnir rættiliga troyttir, og tí varð gjørt av at halda frí hetta kvøldið, og so fara at venja morgunin eftir fyri at læra nýggja bátin ordiliga at kenna.

Sum sagt, so gjørt. Øll fóru tíðliga til songar hóskvøldið, og tíðliga morgunin eftir var leiðin løgd oman til Brabrand Roklub, har bátarnir skuldu vera tøkir. Men tá vit koma fram til neystið var ilt at finna útav, hvørjum bátum rógvararnir skuldu út við.

Hevði tað ikki verið fyri ein gamlan mann, sum arbeiddi í neystinum, so er ógvuliga ivasamt, um rógvararnir høvdu sloppið út henda morgunin. Gamli maðurin hjálpti teimum tó við at finna ein bát við røttu árunum, og so var lagt til brots.

Tað var tó heldur keðiligt hjá dreingjunum at venja í bátinum, sum teir høvdu fingið frá felagnum í Danmark, tí hetta var ikki tann báturin, sum teir skuldu rógva kappingina í dagin eftir, og árarnar vóru slett ikki tær røttu.

Genturnar høvdu hinvegin fingið rætta bátin, men árarnar vóru heldur ikki tær røttu. So fyrireikingarnar undan kappingini um danmarksmeistaraheitið vóru ikki av teimum allar bestu. Men hóast hetta, so vóru rógvararnir við gott mót.

 

Vindurin steðgaði DM

Rógvararnir valdu eisini at venja einaferð seinni fríggjadagin fyri at læra bátarnar og málið eitt sindur betri at kenna, og so var bara at bíða til dagin eftir, tá stóra kappingin var á skránni.

Men tá vit øll komu upp dagin eftir sóu vit, at tað var nógvur vindur úti. Tað bleiv tó mett, at kappingin nokk skuldi blíva til nakað allíkavæl, og tí valdu dreingirnir aftur at fara ein lítlan túr at venja leygarmorgunin. Nú var rætti báturin við røttu árunum komin, og tí var týdningarmikið at venja seg við bátin.

Men eftir at teir høvdu verið úti og vant, fingu teir og ferðaleiðarin at vita, at tað var ein stórur møguleiki fyri, at kappingin bleiv avlýst, tí vindurin var so nógvur. Teir valdu tí at leggja leiðina heim aftur, og so sótu vit øll – bæði gentur og dreingir – og bíðaðu í spenningi fyri at fáa endaligu boðini frá fyrireikarunum.

Og tá boðini endiliga komu, vóru tey ikki góð. Fyrireikararnir høvdu nevniliga gjørt av at avlýsa DM-kappingina í rógving.

Hetta vóru eini sera keðilig boð fyri okkara rógvarar, sum høvdu glett seg nógv til hesa kapping, og tað var ikki sørt, at øll vóru sera skuffaði.

 

Sluppu at rógva

Tað gekk tó bert ein lítil løta, so ringdi telefonin aftur. Hetta vóru aftur fyrireikararnir, sum søgdu, at teir arbeiddu fram ímóti at fáa eina kapping í lag. Hetta var ikki nøkur DM-kapping, men bert ein kapping fyri allar rógvararnar, sum vóru á staðnum.

Nógvir av rógvarunum søgdu, at teir fegnir vildu sleppa at rógva, nú teir vóru komnir til Brabrand, og tí var nú farið undir at finna útav, um hetta bar til.

Nú var aftur ein vón at hóma hjá føroysku rógvarunum, og endin var, at fyrireikararnir valdu at skipa fyri eini kapping, sum bert var fyri innriggarar. Hetta skapti stóra frøi millum føroysku rógvararnar. Úrslitini hjá okkara rógvarum í teimum báðum róðrunum, sum vóru á skránni, vóru eisini sera góð. Kvinnurnar vunnu sína kapping, meðan dreingirnir endaðu á einum fimta plássi av 12 bátum. Teir vóru tó sera glaðir um úrslitið, kanska serliga tí at teir sluppu at royna seg ímóti nøkrum av heimsins bestu rógvarum í finaluni.

Sjálvt um rógvararnir ikki sluppu at taka lut í DM á hesum sinni, so gjørdist kappingin tó eitt stórt upplivilsi, og eingin ivi er um, at øll vóru væl nøgd við túrin, tá hesin var komin at enda.