Analysa
At nýval verður útskrivað nú, sigur løgmaður vera tað reina tankaeksperiment. Hann gjørdist ikki sørt firtin, tá keldur hjá Portalinum í gjár vildu vera við, at hetta kann gerast eitt møguligt úrslit av ósemjuni í samgonguni um fíggjarlógaruppskotið.
- Hatta er óseriøst, og tí havi eg ongar viðmerkingar til tað. Fíggjarlógaruppskotið skal vera í Løgtinginum 1. oktober, so tú kanst spyrja meg tá, sigur Jóannes Eidesgaard.
Alt týðir uppá, at samráðingarnar standa í botni, og í gjár kom samgongan ikki nærri nakrari semju. Klokkan 11 fyrrapartin í dag fóru partarnir aftur á fund.
Ein onnur kelda innarlaga í samgonguni, sum vit somuleiðis vóru í samband við í gjár, segði, at uppskotið um fíggjarlóg er tríggjar mánaðir seinkað. Orsøkin er ósemjan millum samgonguflokkarnar um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu fíggjast. Heldur ikki hetta vildi Jóannes Eidesgaard gera nakrar viðmerkingar til.
Tað hevur leingi verið kent, at stóra ósemjan um komandi fíggjarlóg í høvuðsheitum stendur millum landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, øðrumegin, og so at siga restina av landsstýrinum hinumegin.
Magni Laksáfoss, sum hevur til uppgávu at gera fíggjarlógaruppskotið og ikki minst finna semju um tað, hevur higartil ikki viljað givið seg í spurninginum um skattalættan, sum hann vil hava útsettan. Hetta vil serliga Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Og sjálvt um Javnaðarflokkurin er rættiliga spjaddur í málinum um skattalætta, so hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ikki viljað gingið ímóti sjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum. Júst fyri at halda saman upp á samgonguna.
Landsstýrismaðurin hevur fimm dagar til at gera fíggjalógaruppskotið liðugt. Seinasta freist at bera tað niðan í tingið er týsdagin klokkan 16, um tað skal vera lagt fram áðrenn 1. oktober, sum stýrisskipanarlógin ásetir. Magni Laksáfoss sigur, at hann hevur eitt uppskot klárt tá, men vil ikki út við, um hann roknar við at fáa semju í samgonguni fyri uppskotinum.
- Um tú spyrt meg týsdagin klokkan 17, skal eg svara tær, sigur Magni Laksáfoss.
Afturgongd í veljarakanningum
Tað eru bert tveir mátar at fáa eina nøktandi javnvág í fíggjarlógaruppskotið. Antin skulu inntøkurnar økjast, ella útreiðslurnar skerjast. Sambært búskaparfrøðingum kann tað fyrra gerast upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til, umframt onnur tiltøk, sum verða umrødd í aðrari grein her í blaðnum. Hin møguleikin er at fara inn og skerja almennu útreiðslurnar ella íløgurnar. Við at skerja útreiðslurnar verða málsøkini hjá hinum landsstýrismonnunum rakt, og tað er ongin landsstýrismaður í útgangsstøðinum sinnaður til. Og onki týðir heldur uppá, at íløgusíðan verður skerd. Heldur tvørturímóti. Tí er tað inntøkusíðan, ið fyrst og fremst verður hugt eftir.
Nýval vil ongin í samgonguni tosa um í løtuni, men spurningurin er, hvat hendir, tá fíggjarlógaruppskotið er lagt fram. Og um fíggjarmálaráðharrin velur at leggja sítt egna uppskot fram, ella talan verður um at gera ein framskriving av verandi fríggjarlóg.
Móti einum nývali talar óttin hjá Javnarðarflokkinum og Fólkaflokkinum fyri dóminum hjá veljarunum. Tvær nýggjar veljarakanningar geva hesum báðum flokkum munandi afturgongd. Hinvegin stendur Sambandsflokkurin til framgongd, ið fyrst og fremst verður tilskrivað landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss.
Uppafturtikni fundurin millum samgongupartarnar um fíggjarlógaruppskotið fyrrapartin var ikki liðugur, áðrenn blaðið fór til prentingar, og tí eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá pørtunum.