Ákæruvaldið skal nú takast til um tveir mans skulu ákærast fyri at hava sett elda á eini hús í Havn. Tað var 20. juli í fjør, at eldur kyknaði í húsunum, har AA-felagsskapurin, tað eru Anonymir Alkoholikarar [...] varð kannaður, vísti tað seg, at eldurin varð ásettur. Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni, segi tá, at eldurin er kyknaður í ganginum, umframt at eldur er settur á aðra staðni í húsinum. - Har [...] vit síggja, at eldur er kyknaður, eru ongar aðrar eldsorsøkir, og tí meta vit fyri vist, at eldurin er ásettur, sigur Hildur hon. Húsini, sum Tórshavnar Kommuna annars átti, fóru so illa, at tey vórðu ikki
Fert tú á ólavsøku í ár? - Tað rokni eg við, at eg fari. Plagi oftast at vera á ólavsøku. Nú vit kunnu koyra líka til Havnar, er tað so lætt. Tað sigur Bjarni Poulsen Dalsgaard. Hvussu heldur tú ólavsøku [...] Bjarni sigur, at hann er altíð til midnáttarsangin og dansin á Vaglinum, og tá hesi tiltøk eru liðug, er ólavsøkan eisini liðug fyri hansara viðkomandi. - Tá eg var handilsmaður í Skálavík, var eg ofta við [...] ólavsøku? - Eg hyggi at kappróðri og fari til onkrar framsýningar, men ikki til fótbólt, sigur hann brosandi. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Tað er hugnaligt at hitta gamlar kenningar, tú ikki hevur sæð
trupulleikarnir. Annars er ein grundgeving fyri at niðurleggja tilbúgvingina í Klaksvík, at tað er best fyri ein sjúkling, sum skal hava bráðneyga hjálp, at hann kemur á Landssjúkrahúsið sum skjótast, har øll [...] tilmælið um at niðurleggja tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Heri Ellingsgaard sigur tvørturímóti, at tað hevði ein vanlukka fyri sjúkrahúsið, verður tilbúgvingin niðurløgd. - Definitiónin upp á eitt sjúkrahús [...] Tað er ikki stórvegis trygd í at noyðast at flyta sjúklingar, sum hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp, fara teir kortini at doyggja á vegnum, tí teir ikki hava fingið lívbjargandi viðgerð í Klaksvík fyrst
teirra, at ungarska Videoton fór at verða mótstøðuliðið hjá liðnum, ið spældi seg víðari. Í gjárkvøldið spældi TNS seinna dystin ímóti Videoton á útivølli. TNS tapti fyrra dystin 0-1 á heimavølli fyri viku [...] viku síðani. Tískil varð væntað, at favorittarnir úr Videoton fóru at koyra sigurin heim í seinna dystinum á teirra heimavølli, men TNS gjørdi lívið trupult hjá ungarska meistaraliðnum. Eftir vanligu leiktíðina [...] støðan 1-1, og farið varð tískil í longda leiktíð. Í longdu leiktíðini skoraði Videoton tó eitt mál, so at dysturin endaði 1-1. Tískil hevur Videoton spælt seg víðari við einum samlaðum sigri áljóðandi 2-1
eikarnar o.s.fr. Grundgevingarnar fyri at velja VW Caddy til ársins vøruvogn vóru t.d., at bilurin er sum ein persónbilur at koyra, og bilførarin merkir einki til, at hann koyrir ein lutfalsliga stóran [...] stóran vørubil við einum vørurúmi upp á heilar 3,2 kubikmetrar. Eisini tað at Caddy er sera arbeiðsligur við stórum bakhurðum og stórari dragihurð á síðuni. Meðan VW Caddy bleiv "Årets Varebil i Danmark 2005" [...] klassum. Motorjournalistarnir komu frá ymiskum donskum fak- og dagbløðum. Bilarnir vóru royndarkoyrdir á Jyllands-Ringinum og í einum øki har nærhendis. Hugt var eftir øllum, t.d. hvussu rúmligir og væl útnyttaðir
broytingin er, at flogrutan er fyri seg, og at permuliturin hesaferð er grønur. Flogrutan millum Farstøðina á Bursatanga og flogvøllin í Vágum hevur í nýggju ferðaætlanini fingið egið plás á síðu 22. Eitt [...] Eitt annað, sum nýtt er í hesum sambandi, er at í nýggju ferðaætlanini eru frámerki, sum vísa, hvat flogfar tað er, rutan koyrir í samband við. Aftast á síðuni eru ávikavist búmerkini hjá Atlantsflog og Maersk [...] aðrar mátar eru ikki tær stóru broytingarnar at síggja soleiðis í fyrsta eygnakasti. Smyril fer til Vágs eina ferð um vikuna, og Tróndur gamli er ikki so at sleppa av við. Hann siglir enn sum áður um S
lýsa kirkjuna upp. Hetta plagar at vera ein sera góð og hugfarslig løta, og í ár er ætlanin at enda við felagssangi. Kommunan minnir fólk á at ansa sær, um tey ganga ella koyra hendan tíman, tí úti er bølamyrkt [...] Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 22. mars frá kl. 20.30 til 21.30, tá øll gøtuljós ljós verða sløkt í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum. Fuglafjarðar kommuna skrivar, at Earth Hour tiltak [...] heiminum seta umhvørvið í miðdepilin. Fleiri kommunur í Føroyum gera eisini tað, og hetta hevur við sær, at stjørnuhavið og norðlýsið síggjast væl, um himmalin annars er klárur. So sløkk ljósið og njót friðin
varð, at honum tørvaði 20 stuðulstímar um vikuna. Men øll árini lá stuðulin millum 0 og 4 tímar um vikuna. Tankin um at koyra sonin í skúlan á Trøðni var uppi og vendi, men har vóru eisini trupulleikar [...] at elsti sonurin hevði stórar lærutrupulleikar, stóð tað teimum skjótt greitt, at tilboðini til sonin í Føroyum vóru langt frá nøktandi. Sonurin var fýra ár aftan á sínum javnaldrum í menning og mett varð [...] samband við Lemvig kommunu í Danmark fyri at vita, hvørji tilboð kommunan kundi bjóða soninum. Og har kundi Lemvig bjóða júst ta hjálp, sum sonurin, Hákun, hevði brúk fyri Tay fluttu so niður, og har fekk
« Tað er alment staðfest, at Jan Højgaard upplýsti fyri Sosialin, at ein samd nevnd tók undir við at koyra menninar úr felagnum. Hetta var ósatt. Tað fanst ikki so frægt sum ein nevndarsamtykt í hesum [...] vísan er, at Jan Højgaard í telefonini legði meg undir at hava skipað fyri innbroti á míni gomlu skrivstovu! Veruleikin er hesin: Tá ið eg fór av fiskimannafelagnum seinastu ferð legði eg lyklarnar á borðið [...] Tað er kent, at tá ið fólk koma á trongd í einum máli, so skal tað gruggast við at draga onnur óviðkomandi mál inn í orðaskiftið. Stendur heilt illa til, ræður um at skaða trúvirði hjá tí, sum sigur sannleikan
kappróðri og annars gingið oman og niðan. - Vit steðga á leið annan hvønn metur. Men tað er sjarman við ólavsøkuni, at man bara fer, har man fer, og man tosar við øll ymisk, sigur Bogi. Bogi og Gintare skulu [...] og Gintare Strigunaite úr Litava lærdu at kennast á universitetinum í Prag og eru í dag par og vænta fyrsta barnið í november. Í ár er fyrstu ferð, at Gintare er á ólavsøku, og hon hevur bitið fast í tvey [...] skulu til nátturða hjá vinfólki hjá Boga. Hetta er fast á hvørjum ári. - Tað góða við ólavsøkuni er, at hon er so siðbundin upp á tann góða mátan. Man hevur nakrar varðar so sum nátturðin hjá vinfólki, og