Fert tú á ólavsøku í ár?
- Tað rokni eg við, at eg fari. Plagi oftast at vera á ólavsøku. Nú vit kunnu koyra líka til Havnar, er tað so lætt.
Tað sigur Bjarni Poulsen Dalsgaard.
Hvussu heldur tú ólavsøku?
- Eg hyggi at kappróðri og fari til onkrar framsýningar, men ikki til fótbólt, sigur hann brosandi.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað er hugnaligt at hitta gamlar kenningar, tú ikki hevur sæð leingi og at lurta eftir tónleiki niðri í býnum, So er tað møtið hjá Frelsunarherinum her áðrenn midnáttarsangin: Tá tey enda við sanginum “Tíðin rennur sum streymur í á”, er sera hátíðarligt.
Bjarni sigur, at hann er altíð til midnáttarsangin og dansin á Vaglinum, og tá hesi tiltøk eru liðug, er ólavsøkan eisini liðug fyri hansara viðkomandi.
- Tá eg var handilsmaður í Skálavík, var eg ofta við báti sjálvur. Sigldi ólavsøkumorgun til Havnar og var til midnáttarsangin og dansin á Vaglinum. So sigldi eg suður aftur. Pliktin kallaði, og handilin skuldi latast upp um morgunin.
Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?
- Eg minnist ikki nakra serliga ólavsøku fram um aðrar.
Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Um okkurt kundi verið øðrvísi, veit eg ikki. Eg helt, at tað riggaði væl niðri í Vágsbotni og á Skálatrøð. Men tað er ikki so lætt, tí upplandið hjá Havnini er vaksið so nógv av betraða samferðslunetinum, sigur Bjarni Poulsen Dalsgaard.











