Íspinn um lykil

Andreas Berglíð vassar longur og longur út

Tað er kent, at tá ið fólk koma á trongd í einum máli, so skal tað gruggast við at draga onnur óviðkomandi mál inn í orðaskiftið. Stendur heilt illa til, ræður um at skaða trúvirði hjá tí, sum sigur sannleikan.
Tað er júst hetta, sum Andreas Berglíð ger í síni roynd at káva útyvir seinastu gongdina í Carlton málinum.

Hann skrivar:
»Hetta sum tú skrivar um menninar umborð á Carlton er ósatt. Málið um Carlton er fleiri ferðir viðgjørt á nevndarfundum.«
Tað er alment staðfest, at Jan Højgaard upplýsti fyri Sosialin, at ein samd nevnd tók undir við at koyra menninar úr felagnum. Hetta var ósatt. Tað fanst ikki so frægt sum ein nevndarsamtykt í hesum stóra máli. Og sjálvt um tað hevði verið ein nevndarsamtykt, hevði hon verið ógyldug, tí galdandi rættarrreglur ikki vóru hildnar.
Hetta sigur Andreas Berglíð vera ósatt, tí »málið hevði verið viðgjørt á nevndarfundum.« Eftir øllum skilir Andreas Berglíð ikki, at tað er munur á eini viðgerð og eina nevndarsamtykt. Hann hevur sjálvur váttað, at einki er skrivað í gerðarbókina um hesa sak. Tað er sjálvsagt hetta, sum er avgerandi fyri, hvat er satt í hesum máli.
Hetta vísir eisini, at Andreas Berglíð ikki hevur tey evni at skilja millum hvat er satt og ósatt.

Søgan um lyklarnir
Tað sum annars einsamalt er nóg mikið at lýsa mannin eru hesar reglur í samband við formansvalið:
»Tað, sum var uppaftur verri var, at tú vildi ikki lata lykilin frá tær. Hvat ið hendi, skal eg ikki koma nærri inn á, men lásini blivu tíbetur øll útskift.«
Her er jú talan um eina meira enn hálvkvødda vísu, at eg skal hava gjørt meg sekan í onkrum óregluligum. Tann heilkvødda vísan er, at Jan Højgaard í telefonini legði meg undir at hava skipað fyri innbroti á míni gomlu skrivstovu!

Veruleikin er hesin:
Tá ið eg fór av fiskimannafelagnum seinastu ferð legði eg lyklarnar á borðið á formansskrivstovuni. Síðan havi ikki verið á gátt.
Tað kvøldið fekk eg ikki tikið mítt teldutøka tilfar við mær. Tað kravdi telduserfrøði og útgerð og so mikið av tíð, at hetta kundi ikki gerast hendan dagin. Tískil bað eg persón, sum tá framvegis arbeiddi fyri felagið, um at kopiera úr telduni hjá FF tað tilfar, sum eg sjálvur átti. Hetta gjørdi hann tað fylgjandi vikuskiftið fyri ikki at órógva nakran.
Tískil er her lutvís talan um beinleiðis ítøkilig ósannindi og um illgitingar, sum tað ikki er minsta grundarlag fyri. Sjálvt um hetta er beinleiðis ærumeiðing, so taki eg tað ikki so tungt. Hetta mann siga meira um teir báðar enn tað sigur um meg.

Oljan
Andreas Berglíð endurtekur ósannindini um, at eg skal hava bjóðað reiðarum, at fiskimenn skuldu vera við til at gjalda oljuna.
Men í næsta brotinum mótsigur hann sær sjálvum, tá hann sigur, at tað sum kom burtur úr í hesum spurningi var oljuprotokollatið.
Hetta var úrslit av kravi frá reiðarum um, at fiskimenn skuldu gjalda oljuna, og sum varð avvíst av samdari nevnd. Samstundis kravdu reiðarar, at fiskimenn skuldu vera við til at gjalda fyri kryvjimaskinuna, sum eisini varð avvíst.
Úrslitið gjørdist tískil oljuprotokollatið, sum bert segði, at tosast skuldi um oljuna, um prísurin fór uppumm eitt vist. Tað fór hann eisini. Ein fundur var millum feløgini um hendan spurning í míni tíð, men tað kom ikki uppá tal at broyta nakað í sáttmálan vegna oljuna. Júst hetta avsannar nevnda pástand hjá Berglíð.

Gekk bert og mól....
Eitt annað dømi um, hvussu destruktivur og myrkalagdur Andreas Berglíð er, er har hann sigur forhánisliga, at eg gekk gekk og mól allastaðni í arbeiðstíðini fyri at savna tilfar til eitt blað.
Tað er annars alment viðurkent, hvussu týdningarmikið tað er hjá einum fakfelagi við kunning úteftir. Í so máta var FF-blaðið eitt rættiligt avrik. Tað man vera eitt tað fremsta fakfelagsblað, sum yvirhøvur hevur verið nakrastaðni. Millum annað tí tað hevði ein nógv breiðari lesaraskara enn fiskimenn sjálvir. Hetta skapti virðing fyri felagnum og fiskimonnum, eisini uttan fyri landoddarnar. Tað eru framvegis fólk sum siga seg sakna blaðið.
Her varð eisini skrivað lagnusøgan hjá fiskimonnum, ein táttur sum nú heldur fram í Sosalinum. Tað er neyvan dagur, at fólk ikki takka mær fyri hetta. Men frá umboðum hjá fiskimonnum bæði nú og við valið fyri trimum árum síðani fái eg bert há og spott fyri hetta.
Men fyrst og fremst vardi blaðið áhugamálini hjá fiskimonnum munandi meira og betri, enn tað verður gjørt í dag. Tað hevði eisini sína ávirkan og var ein avgjørdur partur av felagsarbeiðinum.
Eisini gav blaðið regluliga kunning um virksemið hjá felagnum, sum tað stórt sæð einki er av í dag.
Var felagið til dømis umboðað uttanlands varð givin ein gjøllig frágreiðing, so fiskimenn vistu, hvat teir fingu fyri pengarnar.
Til sammetingar kann nevnast, at í august vóru heilir fýra nevndarlimir í FF sæddir at fara við flogfari til Keypmannahavnar. Tveir dagar seinni komu teir heim úr Íslandi. Andreas Berglíð var sjálvsagt ein av teimum!
Men einki er komið fram um, hvat hetta stóra ferðalag fekk burtur hesi dýru ferðini. Fiskimenn vita ikki eingong, at nevnda ferðin hevur verið gjørd. Tað sama er við øðrum ferðum, sum felagið hevur goldið fyri.
Eg meti meg hava fullan rætt og skyldu til at gera vart við hesi viðurskifti vegna teir fiskimenn, sum hóast alt hava stuðlað mær.
Eg havi ikki gjørt Jan Højgaard órætt í nøkrum máli. Hetta váttar Andreas Berglíð eisini við sínari skendskheit.
Hann skal í hvussu er hava takk fyri, at hann betri enn nakar hevur lýst støðuna í fiskimannafelagnum, sum veruliga er enn verri enn her er greitt frá.
Men er tað hetta fiskimenn ynskja, so fáa teir tað! Tað boyggi eg meg fullkomiliga fyri. So einfalt er tað.