VW Caddy ársins vørubilur í Danmark

VW Caddy er kosin "Årets Varebil i Danmark 2005". Motorjournalistar frá ymiskum donskum fak- og dagbløðum royndarkoyrdu 18 vørubilar á Jyllands-Ringinum og í einum øki har nærhendis

Ein dómsnevnd umboðandi 14 limir í Motorjournalisternes Klub Danmark (MKD) hevur kosið VW Caddy til "Årets Varebil i Danmark 2005" millum 18 aðrar vørubilar í ymiskum klassum.

Motorjournalistarnir komu frá ymiskum donskum fak- og dagbløðum.

Bilarnir vóru royndarkoyrdir á Jyllands-Ringinum og í einum øki har nærhendis.

Hugt var eftir øllum, t.d. hvussu rúmligir og væl útnyttaðir teir eru, hvussu teir eru uppbygdir, og hvussu væl teir bera vektina, tá teir eru lessaðir. Hvussu vektin ávirkar koyrieginleikarnar o.s.fr.

Grundgevingarnar fyri at velja VW Caddy til ársins vøruvogn vóru t.d., at bilurin er sum ein persónbilur at koyra, og bilførarin merkir einki til, at hann koyrir ein lutfalsliga stóran vørubil við einum vørurúmi upp á heilar 3,2 kubikmetrar. Eisini tað at Caddy er sera arbeiðsligur við stórum bakhurðum og stórari dragihurð á síðuni.

Meðan VW Caddy bleiv "Årets Varebil i Danmark 2005" bleiv Mercedes-Benz Vito "Van of the Year 2005" í Evropa.