Bogi Róin Magnussen úr Havn og Gintare Strigunaite úr Litava lærdu at kennast á universitetinum í Prag og eru í dag par og vænta fyrsta barnið í november. Í ár er fyrstu ferð, at Gintare er á ólavsøku, og hon hevur bitið fast í tvey ting.
- Eg føli meg eitt sindur afturi í Miðøldini. Tað er rættiliga áhugavert, at her eru so nógvar serliga kvinnur í føroyskum klæðum, og á onkran hátt minna tær meg um miðaldar heksir. Men upp á tann góða mátan, sigur Gintare flennandi.
- Harafturat havi eg ongantíð sæð so nógvar barnavognar og kvinnur upp á vegin sum her. Eg havi enntá tikið myndir av tí og fortalt mínum vinum heima í Litava um tað, sigur Gintare.
Bogi og Gintare hava í dag hugt eftir kappróðri og annars gingið oman og niðan.
- Vit steðga á leið annan hvønn metur. Men tað er sjarman við ólavsøkuni, at man bara fer, har man fer, og man tosar við øll ymisk, sigur Bogi.
Bogi og Gintare skulu til nátturða hjá vinfólki hjá Boga. Hetta er fast á hvørjum ári.
- Tað góða við ólavsøkuni er, at hon er so siðbundin upp á tann góða mátan. Man hevur nakrar varðar so sum nátturðin hjá vinfólki, og millum varðarnar er frítt spæl. Alt kann henda, og man kann ikki bíða eftir fólki. Samstundis sum ólavsøkan ikki er stressað á nakran hátt, nær man eina rúgvu.
- Ólavsøkan hevur ótrúliga stóran týdning fyri Føroyar. Millum annað gevur hon útisetum eitt høvi at koma til Føroya at vitja og knýta og varðveita føroysk bond, sigur Bogi.
Sambært Boga er tað besta við ólavsøkuni friðurin yvir henni.
- Tað valdar ein ávísur friður. Ró. Fólk hava virðing fyri hvørjum øðrum og eru blíð. Tað haldi eg vera ótrúliga stórt og gott, sigur Bogi avgjørdur.
Í morgin fara Bogi og Gintare at gera tað sama sum í dag umframt at fara til midnáttarsangin og listaframsýningar.