- Verður tilbúgvingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi niðurløgd, er hetta tað sama sum at niðurleggja sjúkrahúsið.
Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í gjáramorgun var fundur í Heilsumálaráðnum, har umboð fyri allar flokkar, landslæknin, stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, har tey eisini tosaðu um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, serliga tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin.
Í eini menningarætlanina fyri Heilsuverkið, sum varð løgd í summar, verður mælt til, at tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin, skal ongin tilbúgving longur vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, tí tá er so stutt at koyra á Landssjúkrahúsið.
Heri Ellingsgaard var sjálvur við í arbeiðnum, men tað var ein avmarkaður verkætlanarbólkur, sum skrivaði tilmælini í sjálvari menningarætlanini útfrá teimum samrøðum, sum høvdu verið í arbeiðsbólkinum.
Heri Ellingsgaard var ikki við í verkætlanarbólkinum, sum skrivaði tilmælini í menningarætlanini, og hann vil heldur ikki kennast við tilmælið um at niðurleggja tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Heri Ellingsgaard sigur tvørturímóti, at tað hevði ein vanlukka fyri sjúkrahúsið, verður tilbúgvingin niðurløgd.
- Definitiónin upp á eitt sjúkrahús er, at tað hevur eina tilbúgving. Er ongin tilbúgving, kann tað ikki longur kallast eitt sjúkrahús. Vilja landsins myndugleikar ikki hava eitt sjúkrahús í Klaksvík, mugu teir kalla ein spaða fyri ein spaða og kalla tað okkurt annað, t.d. eina heilsumiðstøð, har ongin sjúklingur er eftir klokkan 16 um dagin, sigur hann.
- Verður ongin tilbúgving, verða heldur ongir læknar, tí hvat skulu læknar gera uttan at hava eina tilbúgving til taks, sigur hann.
Annars stendur í menningarætlanini, at fleiri tilrættislagdar skurðviðgerðir skulu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað tekur stjórin undir við. Men hann staðfestir, at tað framvegis verður neyðugt við eini tilbúgving.
- Skulu vit hava sjúklingar inni á sjúkrahúsinum, mugu vit eisini hava eina tilbúgving alt samdøgurið, tí tað kann eisini okkurt bráðneyðugt taka seg upp eftir klokkan 16 um dagin, og tá má lækni vera tøkur.
- Vit kunnu hava sjúklingar, sum eru skurðviðgjørdir um dagin, sum brádliga fáa brúk fyri hjálp eftir klokkan 16, ella fólk, sum brádliga fáa brúk fyri hjálp um kvøldið ella um næturnar. Í teimum førunum má ein tilbúgving vera til taks, at taka røntgenmyndir, blóðroyndir, ella til eina skurðviðgerð, sum ikki kann bíða.
- Og hví skulu broytingar annars gerast við nakað, ið virkar? Er eingin tilbúgving, skulu íløgur ístaðin gerast í eina betri flutningsskipan, fleiri størv, bilar, og annað, og trygdin á staðnum versnar.
Heri Ellingsgaard heldur, at landsins myndugleikar skulu ístaðin arbeitt við teimum økjum í heilsuverkinum, sum ikki virka.
Í hesum sambandi verður trotið á serlæknum og samstarvið ímillum sjúkrahúsini mangan nevnt sum teir størstu trupulleikarnir.
Annars er ein grundgeving fyri at niðurleggja tilbúgvingina í Klaksvík, at tað er best fyri ein sjúkling, sum skal hava bráðneyga hjálp, at hann kemur á Landssjúkrahúsið sum skjótast, har øll servitanin er.
Tað er Heri Ellingsgaard ikki samdur í.
Tá ið Eysturoyartunnilin er komin, er tað 15 minuttir skjótari at koyra ímillum Klaksvík og Havnina, enn tað er nú, so tað munar ikki tað stóra.
- Ein tilbúgving í Klaksvík fevnir eisini um at gera ein sjúkling til reiðar til at verða fluttan til Havnar ella á flogvøllin.
- Vit hava mangan verið í teirri støðu, at vit hava givið sjúklingum lívbjargandi viðgerð í Klaksvík fyrst, eitt nú at steðga bløðingum, áðrenn sjúklingurin varð fluttur. Tað er ikki stórvegis trygd í at noyðast at flyta sjúklingar, sum hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp, fara teir kortini at doyggja á vegnum, tí teir ikki hava fingið lívbjargandi viðgerð í Klaksvík fyrst, heldur Heri Ellingsgaard.