Á landsfundinum hjá Miðflokkinum helt Elsy Christiansen ein fyrilestur, har hon greiddi frá, hví tey sóu seg noyddan at flyta til Danmarkar við soninum Tá Elsy og Magni Christiansen gjørdust var við, at elsti sonurin hevði stórar lærutrupulleikar, stóð tað teimum skjótt greitt, at tilboðini til sonin í Føroyum vóru langt frá nøktandi.
Sonurin var fýra ár aftan á sínum javnaldrum í menning og mett varð, at honum tørvaði 20 stuðulstímar um vikuna. Men øll árini lá stuðulin millum 0 og 4 tímar um vikuna.
Tankin um at koyra sonin í skúlan á Trøðni var uppi og vendi, men har vóru eisini trupulleikar, millum annað við flutningi millum Kvívík, har tey búðu, og skúlan í Havn.
Tey settu seg síðani í samband við Lemvig kommunu í Danmark fyri at vita, hvørji tilboð kommunan kundi bjóða soninum. Og har kundi Lemvig bjóða júst ta hjálp, sum sonurin, Hákun, hevði brúk fyri
Tay fluttu so niður, og har fekk Hákun júst ta hjálp honum nýttist og hann mentist alsamt, og stór framgongd er at síggja.
Til ber at lesa meiri í Sosialinum mánadagin