Ákæruvaldið skal nú takast til um tveir mans skulu ákærast fyri at hava sett elda á eini hús í Havn.
Tað var 20. juli í fjør, at eldur kyknaði í húsunum, har AA-felagsskapurin, tað eru Anonymir Alkoholikarar, húsast í, og tá ið eldsbrunin varð kannaður, vísti tað seg, at eldurin varð ásettur.
Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni, segi tá, at eldurin er kyknaður í ganginum, umframt at eldur er settur á aðra staðni í húsinum.
- Har, sum vit síggja, at eldur er kyknaður, eru ongar aðrar eldsorsøkir, og tí meta vit fyri vist, at eldurin er ásettur, sigur Hildur hon.
Húsini, sum Tórshavnar Kommuna annars átti, fóru so illa, at tey vórðu ikki gjørd aftur, men eru síðani niðurtikin.
Tveir mans í tjúgunum vórðu rættiliga skjótt skuldsettir í málinum, og tað hevur løgreglan hildið fast við síðani, so teir hava verið skuldsettir alla tíðina.
Teir báðir menninir noktað seg sekan, men nú heldur løgreglan seg hava so mikið góð prógv ímóti teimum, at tey hava latið ákæruvaldinum málið.
Ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um grundarlag er fyri at reisa ákæru ímóti monnunum, sigur Hildur Hentze.