Tað vóru Kristvør Kolden saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun, ið stóðu fyri serstaka tiltakinum, sum var eitt rættiligt familjutiltak. Á myndini er Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopun

Myndir: Stórt kassabilatiltak í Skopun

- Í dag eru øll vinnarar, segði høvuðsdómarin í kappingini, Karl Vidtfeldt eftir kappingarlok

 

Tað vóru Kristvør Kolden saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun, ið stóðu fyri serstaka tiltakinum, sum var eitt rættiligt familjutiltak. Á myndini er Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopun

Seinasta sunnudag varð skipað fyri kassabilakoyring í Skopun, og hetta gjørdist enn einaferð eitt sera væleydnað familjutiltak.

 

- Vit takka fyri ein sera góðan dag, og vit takka fyri góðu undirtøkuna og fyri allan stuðul, siga tey á Facebook-vanganum hjá Visit Skopun.

 

Á vanganum síggjast fleiri myndir av tiltakinum, og her er eisini yvirlit yvir, hvørjir vinnararnir í kappingini vóru.

 

Tríggir væl kvalifiseraðir dómarar vóru til kappingina, og eftir kappingarlok segði høvuðsdómarin, Karl Vidtfeldt, at øll vóru vinnarar á degum.

 

Frálíku myndirnar frá stóra og forvitnisliga kassabilatiltakinum í Skopun eigur Photopoulsen, sum er Petur Poulsen í Skopun.

 

Tað vóru Kristvør Kolden saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun, ið stóðu fyri serstaka kassabilatiltakinum.

 

Eftir handanina av heiðursmerkjum var konsert við eitt nú Herborg Torkilsdóttir, og í Skopun var eisini høvi at keypa sær mat og drekka henda dagin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

 

 

 

 

Tað vóru Kristvør Kolden saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun, ið stóðu fyri serstaka tiltakinum, sum var eitt rættiligt familjutiltak. Á myndini er Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopun