Earth Hour tiltak í Fuglafirði

Fleiri fólk og fyritøkur í Fuglafirði plaga at taka væl undir við tiltakinum, sum kennist friðsælt, savnandi og hugnaligt fyri mong

Eins og undanfarin ár skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 22. mars frá kl. 20.30 til 21.30, tá øll gøtuljós ljós verða sløkt í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.

 

Fuglafjarðar kommuna skrivar, at Earth Hour tiltak verður í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har nýggja gospelkórið Lanterna syngur nýggjar og kendar sangir, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hetta plagar at vera ein sera góð og hugfarslig løta, og í ár er ætlanin at enda við felagssangi.

 

Kommunan minnir fólk á at ansa sær, um tey ganga ella koyra hendan tíman, tí úti er bølamyrkt, so endurskin eru alneyðug.

 

Earth Hour er tímin, tá einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta umhvørvið í miðdepilin. Fleiri kommunur í Føroyum gera eisini tað, og hetta hevur við sær, at stjørnuhavið og norðlýsið síggjast væl, um himmalin annars er klárur. So sløkk ljósið og njót friðin, saman ella hvør sær.