eyga. Av tí at flogfari var seinkað í fýra tímar var Jóannes eitt sindur seinni í Ølstykke enn ætlað. Fyrilesturin var tí útsettur ein tíma, men, skrivar blaðið, bíðitíðin var tað verd. Tá Jóannes kom til [...] hinum fyri ikki at hava atkvøtt. Men tað kemur nú eisini fyri, at fólkatingsmenninir fáa góð orð við á vegnum. Í hesum føri snýr tað seg um Jóannes Eidesgaard, sum hevði gjørt eina avtalu við Foreningen Norden [...] nýtast at siga so nógv meira um. Hann greiddi eisini áhoyrarunum frá føroysku málsøguni, eins og hann var inni á marknastríðnum millum føroyingar og bretar Eftir at Jóannes Eidesgaard hevði greitt áhoyrarunum
Runavík var tann stóri spurningurin, hvat hesi bæði liðini vóru før fyri – og serliga, hvat Tjaldur kundi vísa, nú talan var um fyrsta landskappingardystin hjá teimum gulu í vetur. Svarið var í øllum [...] grundarlagið var snøgt sagt ov veikt til at meta um tað. Hinvegin var eingin sum helst ivi um, at Stjørnan á øllum økjum hevði munin og vann bæði stórt og uppiborið. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdi Stjørnan [...] væl upplagdar, tá tað kom til málskjótingina, tí tær báðar skoraðu ávikavist tíggju og níggju mál í part. Nýggi rumenski spælarin, Korina Iulia Demeterca, sum mestsum bara var inni í fyrra hálvleiki
varð skaddur í fjør hevur Jan Dam verið liðformaður. Magni Jarnskor var liðfor-maður í Kekkia, og tað hildu vit var tí, at Jan Dam var leikbannaður. Leygardagin vóru bæði Jan Dam og Magni Jarnskor ímillum [...] hesum jubilenum. Tann fyrsti var Jóannes Jakobsen, sum spældi sín 25. og seinasta landsdyst í síðsta landsdystinum, áðrenn Allan Simonsen fekk ábyrgdina fyri liðnum. Tað var tá Rumenia vann 4-0 á Svangaskarði [...] árum síðani, og Florin Raducio skoraði øll málini. Tað hevur tikið langa tíð hjá Magna Jarnskor at røkka 25 landsdystum. Fyrsta ferðin, hann var við, var 16. apríl í 1989, tá Kanada vann 1-0 í Klaksvík.
sum var inni, blandaði seg upp í. Tað endaði við, at maðurin, sum varð handtikin, skumpaði hin um koll, sló hann fleiri ferðir við knýttum nevum ímeðan hann lá, og sparkaði hann minst eina ferð. Tað er [...] fyri, at hann fer at fremja fleiri lógarbrot. Og tað var dómarin í Føroya Rætti samdur í og dømdi mannin at sita í 16 dagar, ímeðan málið verður kannað. Og tað er ikki av ongum, at tey stúrdu fyri, at hann [...] eini roynd at fáa hann at taka betri partar fyri seg, men í seinastuni hevði tað ikki gingið so væl, segði hann. Men tað var so nakað, at ætlaði at bøta um.
so tað er klárt, at tað er stórt, sigur Johan Troest Davidsen. Hann heldur við Manchester United, og tí var tað eyka stuttligt at møta Evra. - Hann spældi nú ikki í somu síðu sum eg, men tað var stuttligt [...] føroysku áskoðararnar upp úr setrunum. Og merktist inni á vøllinum. - Seinastu tíggju minuttirnar vóru áskoðararnir rættiliga við og byrjaðu at rópa, og tað merktu vit, sigur Johan Troest Davidsen. Ein slíkur [...] at hann hevur so lítið grundarlag at sammeta við, tí hann var so lítið við undir fyrrverandi landsliðsvenjaranum, Jógvan Martin Olsen. - Men tað merkist, at hann er ein stór persónligheit, sigur Johan Troest
skjølum, og millum hesi eru eitt nú boðini frá løgregluni til Rasmus Paludan um polititilhaldið. Tað var ein sonevndur stevningarmaður, sum vegna løgregluna bar núverandi leiðaranum av Stram Kurs boðini [...] Keypmannahavnar Universiteti. Í boðunum um tilhald skrivar løgreglan, at tað er grundaður illgruni um, at Rasmus Paludan yvir eina longri tíð hevur forfylgt og gjørt seg inn á unga mannin við óteljandi sms-boðum [...] gjørdist so ógvusligur, at stovnarin av Stram Kurs fekk fimm ára langt politilhald í málinum. Í fleiri ár var Rasmus Paludan við at hála eina jútska familju út av eggini við sínum áhaldandi ágangi, har hann sendi
nú tey hava eftirmett mánaðirnar, tá grikska fergan røkti Suðuroyarsiglingina meðan Smyril var í dokk. Tað stendur at lesa í blaðnum Fólk á Ferð, sum SSL gevur út. Galaxy avloysti Smyril í apríl og mai [...] hvørki ferðina á skipinum, sum gjørdi, at túrarnir um Suðuroyarfjørð gjørdust nógv longri, ei heldur um longu tíðina tað tók hjá skipinum at leggja at. [...] Eliasen við Fólk á Ferð. Eina minniliga túrin við Galaxy valdi manningin at venda við aftur, tá skipið var komið árakað Lítlu Dímun. Avgerðina tók grikski skiparin, tí hann ikki fekk upplýsingar um alduhæddina
Jákup Mørk Einki er at siga til, at tað var ein lætti hjá vágamonnum, tá teir fyri viku síðani vunnu altavgerandi dystin móti B71. Sigurin og tey trý stigini viðførdu, at teir nú aftur sluppu sær upp um [...] um Sumba á stigatalvuni, og sálarliga var hetta av sonnum eitt lyft uppeftir. Vandin lúrir Støðan á stigatalvuni er tó ikki tryggari enn so, at bert eitt stig skilur partarnar, og ta Sumba samstundis er [...] dystum, ræður um hjá vágamonnum at fáa stig við sær úr Gøtu, og tey skulu helst vera trý í tali. Tað verður tó eitt skert FS Vágar, sum fer í Sarpisgerði í morgin, tí í øllum førum eitt, og møguliga tvey
nøkulunda sama veðurlag sum vit. Úr Íslandi fingu vit at vita, at hetta slagið av undirlagi var tað einasta sum var egnað hjá teimum, sigur borgarstjórin. Slík undirløg hava langa leveringstíð, og tí varð [...] Í longri tíð hevur verið arbeitt við at útvega havnarborgarum eina veruliga rennibreyt. Arbeiðið uppá hesa byrjaði í fjør, og í dag er meginparturin av spreingiarbeiðinum liðugt. Í næstum verður farið [...] farið undir sjálva planeringina. Tá hetta er gjørt, byrjar tað stóra takið við at fáa alt økið skipað til eina veruliga rennibreyt á høgum støði. Ein partur av hesum arbeiði er sjálvt undirlagið, sum stór krøv
arbeiði var. Hon vildi fyrst av øllum sleppa á Sosialin. Birita hevur ætlanir um at fara í tíggjunda flokk komandi skúlaár. Har er møguleiki at velja sær eina sokallaða breyt, og Birita sigur tað vera væl [...] hevði væl kunnað hugsað mær at verið í starvsvenjing eitt sindur longri, tí eg tími ikki so væl í skúla aftur. Men nú er heystfrítíð, so tað er ikki so bítt, tí skúlin má bíða eina viku, sigur Birita. Hinar [...] genturnar í flokkinum hava verið í starvsvenjing í onkrum barnagarði ella í hárfríðkanarstovum. Hetta var tó ikki nakað fyri Biritu, sum heldur vildi royna seg við penninum á Sosialinum.