FS Vágar fingið luftVágamenn lyftu seg upp um Sumba fyri viku síðani, og nú er B71 næsta mál teirra

Vágamenn lyftu seg upp um Sumba fyri viku síðani, og nú er B71 næsta mál teirra

Jákup Mørk


Einki er at siga til, at tað var ein lætti hjá vágamonnum, tá teir fyri viku síðani vunnu altavgerandi dystin móti B71.

Sigurin og tey trý stigini viðførdu, at teir nú aftur sluppu sær upp um Sumba á stigatalvuni, og sálarliga var hetta av sonnum eitt lyft uppeftir.


Vandin lúrir

Støðan á stigatalvuni er tó ikki tryggari enn so, at bert eitt stig skilur partarnar, og ta Sumba samstundis er betri fyri í innanhýsis dystum, ræður um hjá vágamonnum at fáa stig við sær úr Gøtu, og tey skulu helst vera trý í tali.

Tað verður tó eitt skert FS Vágar, sum fer í Sarpisgerði í morgin, tí í øllum førum eitt, og møguliga tvey leikbann tyngja liðið.

At vit skriva møguliga tvey kemst av, at vágamenn ikki vilja vera við, at John Johannesen skal hava leikbann, hóast hann nú er skrásettur fyri 5 gul kort. Hetta tí kortið, sum hann varð skrásettur fyri móti B71, ikki varð givið honum.

Hinvegin mugu teir undir øllum umstøðum vera Ari Thomassen fyri uttan, og hetta er so ein dyggur smeitur, tí talan her er um mest roynda leikara teirra. Tór-Ingar Akselsen hevur vant nakað seinastu tíðina, eftir at hava veirð skaddur í fleiri vikur, og møguliga verður hann á vágaliðnum hesaferð.


Uttan Magna

Johan Nielsen hevur, við einum undantaki, allar sínar mans tøkar undan dystinum móti FS Vágum. Undantakið er liðskiparin, Magni Jarnskor, sum fekk reytt kort seinast.

Størsta uppgávan hjá venjaranum verður helst at motivera leikarar sínar, tí sum árið hevur gingist, hava teir einki annað enn æruna at spæla fyri í landskappingini.

Æran hevur hinvegin aloftast nógv at siga í Gøtu, og hóast árið varð bjargað við steypasigrinum, so er einki at ivast í, at gøtumenn fegnir vilja sleppa sær enn longri upp á stigatalvuna.